Tíverri datt umrøðan av 3. deild burtur ímillum í síðstu viku. Nú eru vit aftur, og vit ætla at halda okkum til tað, sum vit hava lovað, og tað er at hava eina frágreiðing frá triðju deild hvørja viku. Hesa ferð taka vit saman um tey bæði umførini, sum hava verið hesar báðar síðstu vikurnar. Og í næstu viku vera vit aftur, og tá verður toppskoraralistin eisini við.
Eftir at ein sættingur av kappingini er lagdur afturum, eru tað tvey feløg, sum hava fult stigatal. Talan er um tvey feløg, sum ikki hava havt tað serliga gott tey seinnu árini, nevnliga Skála, sum flutti niður úr 2. deild eftir kappingarárið 1996, og FSVágar, sum í fjør noyddist at flyta næstbesta liðið niður í 3. deild, tí besta liðið flutti úr 1. og niður í 2. deild.
Annan mánadag, sum er 2. hvítusunnudagur, hittast tey bæði oddaliðini vesturi í Vágum. Komandi vikuskifti skal B71 inn á Skála, og FS Vágar skal norður til Klaksvíkar.
Soltið hjá KÍ
Í fjør legði KÍ bragdliga fyri í 3. deild, men so taptu teir nógv í seinnu helvt. Onnur ár hava teir verið vánaligir nógvu tey fyrstu umførini, men so hava teir tikið seg saman fram móti kappingarenda og tryggjað sær framhaldandi luttøku í deildini.
Í ár hevur tað hilnast illa hjá KÍ. Eftir 8-3 tapið í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36. Munurin á liðunum vóru Jákup Martin Joensen og Carl Høgnesen, sum høvdu verið eykamenn í 1. deild, men sum ikki vóru komnir inn og ikki minst Jón Harley, sum spældi sera væl og skoraði tvey mál.
KÍ kom á odda, tá 23 minuttir vóru farnir, og B36 skoraði í 33. og 38. minuttir. Í 46. minutti øktu teir til 4-1, og so var spurningurin um, hvar sigurin skuldi enda avgreiddur. Dómaratrioin úr Fuglafirði møtti ikki, og tað vóru teir í Klaksvík eitt sindur harmir um.
Síðsta sunnudag skuldi KÍ spæla á Sandi, men leygarkvøldið ringdu teir suður og boðaðu frá, at teir fingu ikki mannað lið. Vit frætta úr Klaksvík, at ungu menninir hildu tað vera ov langt at fara suður á Sand! FSF hevur loyvi til at senda lið úr kappingini, sum ikki møtir til ásettan dyst, men mannagongdin plagar at vera, at í fyrstu atløgu fær felagið eina hampuliga stóra bót. B71 fær trý stig við málmuninum 0-0.
Gott hál á Skála
Tað var bygdarstevna á Skála í vikuskiftinum, og leygardagin eydnaðist tað heimaliðnum í spennandi dysti at basa B36. Havnarmenninir minkaðu um munin til 3-2, tá tað restaðu fýra minuttir, og so trýstu teir harðliga fyri at javna.
Øll málini hjá heimaliðnum vóru góð. Bogi Gregersen setti hol á við góðum stútara eftir krossbólt og innfyri aftur, tá tað bara manglaði ein lítil løta av fyrra umfarinum, Alexander Johansen legði teir framum 2-1 við góðum langskoti, tá ein tími var farin, og Kaysten Rasmussen heilfluktaði úr 17 metrum til 3-1.
Regin Didriksen javnaði til 1-1 fimm minuttir inn í 2. hálvleik, Høgni í Jákupstovu minkaði um munin til 3-2, tá tað restaðu fimm minuttir, og í síðstu løtu misnýtti B36 stóran møguleika at javna.
Sunnudagin frammanundan fekk Skála trý stig móti ÍF. Ólavur Olsen setti hol á, tá 14 minuttir vóru farnir, og eftir 25 og 44 minuttir stútaði Pauli Hansen, sum var nógv besti maður á vølli, tvær ferðir í kassan. Í síðstu løtu undan steðginum minkaði Jákup Helgi Egholm, álopsessið hjá ÍF, um munin, og tað kom spenningur í, tá Hergeir Eldevig bara tríggjar minuttir inn í 2. hálvleik gjørdi munin uppaftur minni. Bogi Gregersen økti í næsta álopinum, og so mundu skálamenn kenna seg hampuliga tryggar. Fyri teirra viðkomandi gjørdi tað støðuna uppaftur tryggari, tá tveir fuglfirðingar ? Hergeir Eldevig og Annfinn Joensen ? ruku út. Aftasti maður hjá Skála, Agnar Højgaard, sum eftir at hava verið bæði í B36 og GÍ, er komin aftur til barndómsfelagið, økti til 5-2.
Vágamenninir
FS Vágar hevur vunnið á útivølli móti VB og á heimavølli móti HB.
Á Vágseiði var málleyst fyrra umfarið, og átta minuttir inn í seinna umfarið setti Sigmund Mikkelsen hjá heimaliðnum hol á. Leiðslan helt sær í seks minuttir, so javnaði ein av ungu monnunum hjá FSVágar, Eyðfinn Fjalsbak.
Korter fyri leiklok skoraði Tróndur Ravnsfjall fyri FS Vágar, og so høvdu vágamenn øll stigini við norður um aftur.
Í vikuskiftinum var triðji besta liðið hjá HB í Vágum, og tá var tað málríkt í fitt av vindi. HB hevði vánaligt fólk, og sjálvt um teir næstan komu afturí aftur tvær ferðir, so vóru teir ikki nøkur verulig hóttan.
Stóri maðurin hjá FSVágar var Hilmar Hansen, og tað skuldi ikki undra, um hann verður við í 2. deild nú í vikuskiftinum. Hann venur, og hann skoraði hesa ferð trý sera góð mál.
Toftamenn
óstøðugir higartil
Í fjør fluttu toftamenn niður úr 2. deild. Teir hava hesi seinnu árini ofta flutt millum 2. og 3. deild, og tí hevur kanska verið roknað við, at teir fóru at vera við til at mynda toppin í 3. deild í ár, men higartil hava teir verið spakir og óstøðugir.
Næstseinasta vikuskiftið høvdu teir vitjan av triðju bestu gøtumonnunum, og tá var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Veteranurin Aksel Højgaard dusaði sær rættuliga og skoraði eftir 19, 83 og 90 minuttir. Oddmar Andreasen skoraði eftir 26 og 74 minuttir, og unglingaspælarin Mannbjørn Nesá, sum viðhvørt er í 1. deildarhópinum, skoraði eftir 43 minuttir.
Jan Jacobsen var høvuðsleikari hjá GÍ. Hann minkaði um munin til 4-1, tá 77 minuttir vóru farnir, og hann varð rikin av vølli, tá 88 minuttir vóru farnir. Dómin fekk hann fyri ov óstortliga at vísa sína misnøgd við brotssparksdómin, sum hevði síðsta málið við sær.
Tá B68 var í Fuglafirði lá ikki fyri. Jákup Baldvinsson legði heimaliðið framum eftir seks minuttir, tá hann eftir stikkbólt fór framvið málverjanum. Aksel Højgaard javnaði eftir 17 minuttir, men eftir 54 og 70 minuttir var Jákup Helgi Egholm upp á spæl. Fyrst lobbaði hann eftir gott uppspæl í høgru, og so skoraði hann við langskoti úr 17 metrum. Eftir 72 minuttir minkaði Aksel Højgaard um munin eftir uppspæl í høgru, og síðsta ÍF máið var sjálvmál, eftir at Hergeir Eldevig var komin til baklinjuna og hevði lagt innfyri.
Málríkt
Tað var linligt, og tað gekk leingi javnt á, tá B71 næstseinasta vikuskifti vitjaði HB, sum hevur fleiri spælarar á liðnum, ið frammanundan hava roynt eydnuna á Sandi. HB fekk hol á, tá korter var farið, men so hendi einki næstu trý korterini. So gekk skjótt, HB skoraði eftir 59, 64 og 78 minuttir, og Gunnar Mohr staðfesti við tveimum málum, at hann hevur ikki heilt gloymt, hvat uppgávan hjá einum framherja er.
Tað gjørdist eisini málríkt, tá VB var í Gøtu. Vágbingar vóru sjálvsagt fegnir um úrslitið, sum besta liðið hjá teimum hevði fingið frammanundan, og teir vóru faktiskt vónbrotnir av, at tað ikki eisini eydnaðist teimum at fáa eitt gott úrslit.
Í 1. hálvleiki komu teir á odda tveir minuttir undan steðginum, tá Palli Augustinussen eftir snarálop og innlegg úr vinstru sendi í netið. Frammanundan høvdu teir havt eina røð av møguleikum eftir skjótt og ágangandi spæl, men úrtøkan var syndarlig.
Í 2. hálvleiki kom heimaliðið fyri seg. Hans Pauli Hansen lobbaði eftir tríggjar minuttir til 1-1, tíggju minuttir seinni stútaði Omar Pálsson til 2-1, og í tíggju minuttir mitt í 2. hálvleiki skoraði Per Dalheim, sum so mangan hevur skoraði í 1. deild, eitt klokkureint hattrikk. jh
3. deild
Úrslit
B68-GÍ 6-1 (3-0)
1-0: Aksel Højgaard
2-0: Oddmar Andreasen
3-0: Mannbjørn Nesá
4-0: Oddmar Andrasen
4-1: Jan Jacobsen
5-1: Aksel Højgaard
6-1: Aksel Højgaard
Skála-ÍF 5-2 (3-1)
1-0: Ólavur Olsen
2-0: Pauli Hansen
3-0: Pauli Hansen
3-1: Jákup Helgi Egholm
3-2: Hergeir Eldevig
4-2: Bogi Gregersen
5-2: Agnar Højgaard
KÍ-B36 2-6 (1-2)
1-0: Helmar Lassen
1-1: Jón Harley
1-2: Høgni í Jákupsstovu
1-3: Carl Høgnesen
1-4: Bjørn Thorsteinsson
1-5: Jón Harley
2-5: Sørin Petersen
2-6: Jákup Martin Joensen
HB-B71 4-0 (1-0)
1-0: Hans Áki Dahl-Christiansen
2-0:Gunnar Mohr
3-0: Flóvin Jespersen
4-0: Gunnar Mohr
VB-FS Vágar 1-2 (0-0)
1-0: Sigmund Mikkelsen
1-1: Eyðfinn Fjalsbak
1-2: Tróndur Ravnsfjall
ÍF-B68 4-2 (1-1)
1-0: Jákup Baldvinsson
1-1: Aksel Højgaard
2-1: Jákup Helgi Egholm
3-1: Jákup Helgi Egholm
3-2: Aksel Højgaard
4-2: Hergeir Eldevig
Skála-B36 3-2 (1-0)
1-0: Bogi Gregersen
1-1: Regin Didriksen
2-1: Alexander Johansen
3-1: Kaysten Rasmussen
3-2: Høgni í Jákupsstovu
B71-KÍ B71 u.d.
FSVágar-HB 5-3 (2-1)
1-0: Hilmar Hansen
2-0: Herning Simonsen
2-1: Jákup Danielsen
3-1: Hilmar Hansen
3-2: Jákup Danielsen
4-2: Hilmar Hansen
4-3: sjálvmál
5-3: Hjalmar Poulsen
GÍ-VB 5-1 (0-1)
0-1: Palli Augustinussen
1-1: Hans Pauli Petersen
2-1: Omar Pálsson
3-1: Per Dalheim
4-1: Per Dalheim
5-1: Per Dalheim
Støðan
Skála33 0 0 10- 4 9
FSV33 0 0 10- 5 9
ÍF32 0 1 14-10 6
B3631 1 1 10- 7 4
HB31 1 1 9- 7 4
B7131 1 1 1- 5 4
B6831 0 2 8- 7 3
GÍ31 0 2 7-10 3
VB30 1 2 3- 8 1
KÍ30 0 3 5-14 0