Vágamenn spæla hittini

Tríggir av stóru profilunum innan vágasound spæla á Summar Festivalinum

Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru stórir profilar í føroyskum tónleik.

 

Teir eru millum fremstu umboð av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt. Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen, og á Summar Festivalinum verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.

 

Tað verður heilt serlig løta, tá ið teir spæla perlur sum »Eftir 1001 nátt«, »Annan sang«, »Medistari í karri«, »Kom heim« og »Rumbuldós«.

 

Tað verður helst ein syngið-við løta av teimum heilt stóru, tá ið Stongum, Guttesen og Ravnsfjall spæla í Tjaldinum hóskvøldið kl. 22.00.