Vágatunnilin kann bera seg rakstrarliga

Ólavur Waag Høgnesen og Suni á Dalbø hava gjørt frágreiðing um undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund

Kjakið um undirsjóvartunnlar er rættiliga kyknað aftur.

Í Klaksvík droyma tey um eina koyribreyt undir Leirvíksfirði, og í Vágunum hevur tað leingi verið tosað um fast samband um Vestmannasund.

Klaksvíkingar hava havt vitjan av íslendingum, sum hava gjørt undirsjóvartunnil, og nú er frágreiðing, sum Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen hava gjørt um Vágatunnilin, almannagjørd. Frágreiðingin er ein lýsing av fyrimunum og vansum við einum undirsjóvartunnli um Vestmannasund, um hvussu ein slíkur kann fíggjast og rekast, og hvør munurin er millum fast samband og ferjusamband.

Í gjár løgdu Suni á Dalbø og Ólavur Waag Høgnesen frágreiðingina fram á einum pallborðsfundi í útvarpshøllini, og har var eisini kjak, sum vit fara at venda aftur til í næstu viku.


Kann bera seg

Ein av mest týðandi niðurstøðunum í frágreiðingini er, at ein undirsjóvartunnil undir Vestmannasund kann bera seg rakstrarliga. Útrokningar eru gjørdar, sum ganga uppá hvat tað kostar at reka ein undirsjóvartunnil, og tá øll hugsandi viðurskifti eru tikin við, verður mett at árligi raksturin kostar 3,4 milliónir krónur.

Samstundis verður eisini mett um, hvørjar inntøkur kunnu koma frá eini gjaldsskipan, sum líknar henni, sum fólk kenna frá Strandferðsluni, tað vil siga at goldið verður fyri bilar og fólk, sum fara um sundið, og har siga útrokningarnar hjá Ólavi Waag Høgnesen og Suna á Dalbø, at inntøkurnar kunnu koma uppá 14,9 milliónir krónur.

Roknað verður við rættiligum ferðslulopi (stórari øking í ferðsluni), verður undirsjóvartunnil gjørdur, tí tað vísa royndir aðrastaðni frá. Í frágreiðingini verður víst á, at í Noregi er dømi um ferðslulop uppá 86% í Ålesundstunnlunum.


Munur millum metingar

Landsverkfrøðingurin hevur við fyrivarni mett um, hvat tað fer at kosta at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi, og teir eru komnir fram til ein prís uppá 240 mió. kr. tá neyðugu nýggj vegastrekki eisini eru tikin við.

Fyri at hava okkurt at samanbera við, vendu teir báðir, sum hava gjørt frágreiðingina, sær til norska felagið Selmer, sum hevur drúgvar royndir í undirsjóvartunnilsgerð, og sum hevur ávísan kunnleika til ætlaninar við Vágatunnlinum. Selmer-fyritøkan upplýsti, at teir kundu gera tunnilin um Vestmannasund fyri ein samlaðan kostnað uppá 120 mió. kr.

Frágreiðingin ger ikki meiri burtur úr at finna út av, hví so stórur munur er millum báðar metingarnar, men staðfestir, at málið skal kannast sera gjølla, áðrenn tað kemur uppá tal at fara undir tunnilin.


Kynstrið at áseta rætta gjaldið

­ Búskaparfrøðingar eru samdir um, at ein alment fíggjaður tunnil við ókeypis nýtslurætti er tað, sum samfelagsbúskaparliga loysir seg best, men í verandi búskaparstøðu er eingin hugsningur um hetta, og tá verður bummpengaskianin rokna sum næstbesta loysnin, verður staðfest í frágreiðingini.

­ Kynstrið verður tá at áseta gjald, sum ikki hevur við sær, at ov nógv lata vera við at brúka tunnilin, altso eitt gjald, sum fær raksturin at bera seg og minkar sum minst um samfelagsliga nyttuvirði, siga Ólavur Waag Høgnesen og Suni á Dalbø í frágreiðingini.