Vagn Holmboe og Føroyar

Havnakórið hevur havt samvinnu við góðar vinir uttanífrá, har teir tíggir Karl Clausen, Vagn Holmboe og Willi Gohl, og nú seinastu árini eisini sangarin Lars Thodberg hava havt eina serstøðu. Størsta týdningin fyri kórsins virksemi má meistarin Vagn Holmboe tó sigast at hava havt, skrivar Ólavur Hátún m. a.:

Ólavur Hátún


Nú tá tónleikur eftir Jean sibelius, Vagn Holboe og Per Nørgaard er aðalevni í tónleikastevnuni Summartónar í ár, hevur tað kennst náttúrligt, at Havnakórið tekur lut við teim mongu kórsatsunum eftir Vagn Holboe til úrvaldar føroyskar yrkingar, sum kórið afturvendandi hevur dungið, bæði burturi og heima gjøgnum so mong ár.

Havnakórið hevur havt samvinnu við góðar vinir uttanífrá, har teir tíggir Karl Clausen, Vagn Holmboe og Willi Gohl, og nú seinastu árini eisini sangarin Lars Thodberg hava havt eina serstøðu. Størsta týdningin fyri kórsins virksemi má meistarin Vagn Holmboe tó sigast at hava havt.

Mong hava spurt hvussu hendan samvinnan kom í lag. Tessvegna fylgjandi frágreiðing, sum hevur verið frammi fyrr.

Farin undir musikklæraraútbúgving á konservatoriinum í Keypmannahavn ber eg ein dagin upp á mál við mína sveisisku sanglærarinnu Jolandu Rodio um hetta, at vit føroyingar áttu skaldskap á høgum stigi, og at tað hevði verið ynskiligt at funnið fram til okkurt tónleikaskaldiðm sum kundi latið nakrar av hesum yrkingum í samsvarandi listarliga tónleikabúna. Tað skuldi tó helst verið so, at hesin tónleikur ikki hevði sermerktan dám av tónleiki úr øðrum landi. Heldur skuldi eitt møguligt slíkt tónaskaldsmedium havt førleika at sett seg inn í føroyskan fólkatóna - ?Det må være Vagn Holmboe?, segði Jolanda Rodio - hon og hjúnini Holmboe kendust væl.

Jolanda bjóðaði so okkum Metu og Vagn Holmboe til døgurða ein sunnudag, har eg hevði við mær upptøkur av kvøðing og dansi, sum eg hevði tikið upp í Nólsoy og Sumba fyri Dansk Folkemindesamling um jóltíðir frammanundan.

Vagn Holmboe gjørdist beinanvegin hugtikin av hesum okkara mentanarlívi, og tá ið eg hevði lisið honum nakrar yrkingar eftir J. H. O. Djurhuus inn á Band, sum Ebba Hentze týddi okkum til danskt, fór Vagn til verka.

Hetta var beint fyri summarfrí 1962, og longu komin aftur á konservatoriið eftir frítíðina kom Holmboe til mín við lidnum handriti til heftið, sum fekk heitið »Hevjið í homrum«. Lítilátin og eyðmjúkur fyri hesri serligu uppgávu helt hann fyri, at hann visti ikki hvussu ið var eydnast; men hann vónaði, at vit fóru at kunna brúka hetta sum okkara egna.

Fór so til hús og settgi meg sspentur at spæla. Men løgin tókti mær hesin nýggi tónleikur at vera har var mestsum ikki harmoniu, sum eg kendistr við. Hetta var tó tónleikur, sum eg sjálvur hevði bílagt, og hvussu hann enn skurraði í mínum traditionellu oyrum, so kendi eg mær skyldu til dagliga at stava meg fram gjøgnum hesar torføru partitur.

Men sum við allari sannari list, so fekk hesin tónleikur meira og meira tak á sinninum, ja, hann fór á serligan hátt at kennast heimligur og rótgrógvin føroyskur. Sangarunum í Havnarkórinum er tað gingist á sama háttm at tey frá líðandi at hava togað við til at fáa lært hesar Holmboe-satsir í dag neyvan fáa nakað lagt fyri seg, sum tey heldur syngja.

Næsta føroyska kórútgávan hjá Vagn Holmboe var »Sól og kavi« við yrkingum hjá Williami Heinesen, sum Tummas Napoleon Djurhuus so meistarliga týddi til føroyskt, og sum kom út í 1972. Í 1977 kom so seinasta heftið í hesari røð, »Eydna« við yrkingum eftir Christian Matras.

Umframt hesar kórsatsir, sum eru at telja millum mest framkomnba kórtilfar í Norðurlondum, hevur Vagn Homboe skipað ørindi úr Sigmundskvæðinum Yngra og úr Ólavi Riddararós fyri kór. Størsta føroyska tónaverk Holmboes er kantatan Brúgvar til yrking við sama heiti eftir Karsten Hoydal, skrivað til upplatingarhátíð Norðurlandahúsins í 1983.

Vang Holmboe var norðurlendingur í sinni og skinni - dani, men bæði í faðir og í móðurlegg av norskari ætt. Um sítt samband við føroyskt mentanar- og fyrst og fremst tónleikalív segði Holmboe, at árin úr føroyskari kvøðing vóru at merkja í hansara tónleiki, eitt nú í kvartettini, hann kallaði ta føroysku, og sum tematiskt ber við lagið til grindavísuna. Umframt at hann móti sínum vana beinleiðis nýtir brot úr kvæðaløgum í sínum føroysku kórsatsum, er kvæðadámurin og føroyski tónin í hesum satsum mangastaðni so eyðkenniligur sum hjá nøkrum av okkara egnu tónaskøldum.


Lesið eisini: Strúkikvartettin gjørdi hann til tónlistamann