Kappróður hevur verið fastur táttur á jóansøku í nógv ár, og soleiðis er eisini í ár. Hesuferð hýsir Vágsbygd jóansøkuni. Vagnur Michelsen, sum skrivar um kappróður á blogginum Hvannrók, væntar, at í øllum førum ein nýggjur vinnari verður á jóansøku:
5-mannafør gentur: Her fáa vit óivað ikki sama vinnara sum á eystanstevnu. Á eystanstevnu hendi tað, at Fípan Fagra fór aftur á fimta plássið. Fimm bátar vóru mest sum javnir í endaspurtinum. Drekin, Jallurin, Silja, Blikur og Fipan Fagra. Men kanska kemur Fípan Fagra fram aftur í oddin, og tær umborð á Bliki róðu væl á eystanstevnu. Òmetaliga spennandi róður.
Á jóansøku: 1. Jallurin, 2. Silja og 3. Drekin.
5-mannafør dreingir. Fípan Fagra vann á norðoyastevnu og á sundalagsstevnu. Men á eystanstevnu smeyg Blikur sær framum longu í startinum og hevði leiðsluna allan róðurin. Blikur vinnur eisini á jóansøku, Fípan Fagra nummar tvey, tí nakað er aftur til Frúnna og Ternuna.
Á jóansøku: 1. Blikur, 2. Fipan Fagra og 3.Ternan.
5-mannafør kvinnnur: Erla Kongsdóttir hevur vunnið allar róðrarnar higartil, men munurin millum Erlu Kongsdóttir og Havfrúnna gerst minni.
Á jóansøku 1. Erla Kongsdóttir, 2. Havfrúgvin og 3.Teistin.
6-mannafør kvinnur. Her sóu vit á sundalagsstevnu, at Sølmundur veruliga gav Jarnbardi kapping, og eg roknaði við, at munurin gjørdist enn minni á eystanstevnu, so var ikki. Sølmundur fánaði á eystanstevnu, men kemur aftur á jóansøku.
Á jóansøku: 1. Jarnbardur, 2.Sølmundur og 3.Lómur
6-mannafør menn: Tætt er frammi í oddinum, har Páll Fangi ger um seg. Jarnbardur var fremri enn Hvessingur á eystanstevnu, men á jóansøku vinnur Hvessingur.
Á jóansøku: 1. Hvessingur, 2. Páll Fangi og 3.Jarnbardur
8-mannaførini: Tað sýnist, sum Kvívíkingur verður torførur at basa í summar, tí har er meira innanborða enn umborð og Knørri og Argjabátinum og síðani Miðvingi.
Á jóansøku: 1. Kvívíkingur, 2. Argjabáturin og 3. Knørrur.
10-mannaførini. Á jóansøku: 1. Drekin reyði, 2. Havnarbáturin og 3.Eysturoyingur. Eg veit, at teir umborð á Orminum Langa (RK) fara eftir triðjaplássinum. Kanska hetta eydnast í Vági.
Sigur Vagnur at enda. In.fo er við á jóansøku, tá ið skotið verður fyri fjórða róðrinum í ár. Tástani verður greitt, um tað gongur, eins og Vagnur prædikar.