Vakmyndatól fáa fólk at kenna seg trygg

Vakmyndatól, vaktarfólk í eyðkennisbúna og onnr tekin um økta trygd gera, at fólk kenna seg trygg. Tað er niðurstøðan av einari kanning, sum fregnartænastan hjá donsku løgregluni og TrygFonden hava gjørt í felag. Umleið 2.000 fólk og 14 fyritøkur í Keypmannahavn og Aarhus hava verið við í kanningini.

Anja Dalgaard-Nielsen hjá PET sigur við danska kringvarpið, at tey høvdu eina fatan av, at vakmyndatól og annað eftirlit á almennum støðum gjørdu fólk ótrygg, men at kanningin vísir, at tað er beint øvugt.

-Fólk kenna seg tvørturímóti tryggari, tá tey frætta um trygdartiltøk, sum skulu fyribyrgja og avmarka vandan fyri yvirgangi, sigur Anja Dalgaard-Nielsen við DR.

Kanningin hjá PET og Trygfonden vísir eisini, at nógv fólk vilja hava tiltøk og skipanir, sum skulu forða fyri, at víðgongdir felagsskapir fáa fatur á teimum ungu.