KÍ
KÍ stendur seg sjáldan væl í landskappingardystunum á Norðoyastevnu. Tað var sama lagið hesa ferð, og Atli Danielsen, sum í yvirtíðini varð fluttur úr aftastu ódnini og í fremstu røð, staðfestir, at hetta var ikki gott:
- Vit hvørki spæla væl ella megna at seta teir undir trýstið, sum vit ofta hava megnað at leggja fyrr í ár. Í 1. hálvleiki vóru vit ov aftarlaga. Tað bar við sær, at B36 fekk ov nógv pláss at spæla á. Tað er altíð vandamikið at renna aftaná mótstøðumonnunum. Tað gjørdu vit hesa ferð.
Tað er vorðið vani, at mótstøðuliðið leggur seg á odda?
- Á Eiði komu hinir framum. Móti GÍ í landskappingini mistu vit leiðsluna í síðstu sekundunum, og móti HB í landskappingin og móti GÍ í steypakappingini fóru vit frá 1-0 og til 1-2, men tá megnaðu vit at koma afturíaftur. Felags fyri fleiri av hesum dystunum hevur verið, at vit koma ikki nóg skjótt í gongd. Soleiðis var tað eisini hesa ferð, og hetta mugu vit gera nakað við, heldur Atli Danielsen hjá KÍ.
Í Klaksvík bíða tey nú eftir Christian Lundberg. Spurningurin er, hvat teir skulu gera við hann, og um hann skal standa fyri álopsspælinum, ella um fleiri skulu taka lut í spælinum longri frammi á vøllinum, enn tað hevur víst seg tær seinastu ferðirnar.