Australska sjónvarpsrásin, ABC, hevur sent áhugaverda sending um ókendu oyggjarnar, sum lættliga kunnu gerast ?The World?s Next Country? Við livandi myndum frá ársins ólavsøku og samrøðum við millum annað bóndan í Kirkjubø og Jóannes Eidesgaard, løgmann, lýsir australski journalisturin, Eric Campbell, vakra men løgna landið.
- Tú hevur neyvan hoyrt um hetta staðið fyrr, men hetta kann skjótt verða eitt av verðins mest spennandi londum, byrjar sendingin.
Landið er spennandi, serligt, ræðandi og heilt øðrvísi enn nakað annað land í heiminum, verður sagt.
Journalisturin hevur samrøður við Jóannes Paturson, bónda í Kirkjubø, Jóannes Eidesgaard, løgmann, og Kater Sanderson, føroyska talsmannin í grindamálum, sum upprunaliga er úr Australia.
Og saman við myndum av vakrastu støðunum í Føroyum í dýrdarveðri og tónleiki frá millum øðrum Eivør og Hanus, gevur sendingin eina stuttliga og sjarmerandi mynd av Føroyum.
Fokus er sjálvandi á tað serføroyska sum grindadráp, seyðahald, roykstovur, samanhald, mál- og tjóðskaparstríð. Og flestu myndirnar eru nátturu- og bygdamyndir.
Men vit síggja eisini Jaspis landa og flakakonu skera fisk, og so verður søgan um tunlarnar sjálvand eisini fortald.
Samlaða myndin er eitt hugtakandi land, har tú næstan væntar at møta einum hobbiti úr Lord of the Rings aftan fyri hvørt húsahorn; eitt sterkt fólk, sum heldur fast í grindadráp og umsitur tað á ein skilagóðan hátt; eitt samfelag har fólk hava lært at standa saman og ein tjóð, sum fer at loysa frá Danmark, tá - sum løgmaður sigur - tað er klókt at gera tað.
Sendingin kann síggjast her: