1. Hon er yngst av trimum systkjum, fødd 10 juni 1982
2. Í siðbundnu jólafilmunum frá svenska kongahúsinum var Madeleine sjarmerandi við sínum ljósu krúllum - men hon var eisini eitt sindur treisk.
3. Hon hevur haft fleiri kelinøvn, til dømis "festprinsessan" og "mótaprinsessan"
4. Síðani 2002 hevur hon gingið saman við advokatinum Jonas Bergstrøm
5. Madeleine er góður ríðari og hevur luttikið í nógvum ríðikappingum
6. Hon er kend fyri sín áhuga í mótaklæðum og er altíð klødd í nýggjasta nýggja
7. Hon hevur millum annað lisið enskt, list, søgu og jura.
8. Madeleine og Jonas vórðu forlovað á sumri 2009. Men nú er komið fram, at onki brúdleyp verður í ár. Og nógv seta spurnartekin við, um tað verður nakað brúdleyp yvirhøvur.
9. Hon hevur verið í starvsvenjing hjá UNICEF og hjá kenda sniðgevanum Tomas Sandell.
10. Hon starvast nú á "World Childhood Foundation", ið er ein felagskapur, sum arbeiður fyri rættindum hjá børnum.