Vaksandi vinnuútlán

Samlaðu útlánini frá fíggjarstovnunum til føroyska vinnulívið eru nú farin at tátta í 5,7 mia kr. Hetta framgongur av frágreiðing frá Landsbankanum. Árliga hevur talan verið um ein vøkstur í útláni til vinnuna upp á 26%, og eru tað peningastovnarnir, sum standa aftan fyri vøksturin. Og hesi tølini eru bara fyri føroyskar peningastovnar. Frá øðrum síðum er upplýst, at Kaupthing hevur útlán til føroyska vinnulívið á 1,4 mia kr. Frágreiðingin frá Hagstovuni inniheldur onga meting um, hvørt fíggjarvágin hjá peningastovnunum við útlánunum er ov stórur.