Vakstrarætlan fyri Palestina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, John Kerry (myndin), ynskir at seta ferð á palestinska búskapin, við at privatir altjóða íleggjarar skulu gera íløgur í palestinskum umráðunum fyri milliardir krónur.

– Neyðugt er at skapa arbeiðspláss og at geva teimum ungu vón um eina bjartari búskaparliga framtíð, sigur John Kerry.

Hann er serliga spentur uppá, at íløgur í ferðavinnu, byggiarbeiði, kunningartøkni og landbúnað skulu seta ferð á palestinska búskapin.

Búskaparligu vakstrarætlanina, sum fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, hevur tikið stig til, hevur John Kerry lagt fram á fundi, nú hann er á rundferð í Miðeystri.