SEV-fundur
Tórshavn: Eingin, sum ikki hevði serligt loyvi frá SEV, slapp inn á fimtu hædd á Hotel Hafnia, meðan umboðsráðið hevði fund mándagin.
Tá Sosialurin møtti upp uttan fyri Parnassið beint eftir middag, sat hotelstjórin fyri hurðini til Parnassið, meðan stýrislimirnir og SEVstjórin sótu í einum rúmi longri inni á gongini.
Umboðsrráðsfundurin byrjaði við eini atkvøðugreiðslu um, hvørt stýrið skuldi vera við á fundinum ella ikki. Úrslitið varð, at 36 atkvøður vóru fyri at koyra stýrið út av fundinum, meðan 33 vóru ímóti. Sostatt máttu allir stýrislimirnair fara av fundinum.
Tað dámdi stýrisformanninum ikki. Hann metti ikki, at tað var tekin um, at allir partar fingu høvi at siga sína hugsan á fundinum.
? Hetta vísir bara, at málið skal ikki lýsast frá báðum pørtum, segði Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður í SEV, sum gekk á gongini uttan fyri Parnassið meginpartin av mánadegnum.