Sverri Justinussen, cand.polit., er nýggjur leiðari á Eik Markets, eftir at Finn Danberg er vorðin undirstjóri og hevur fingið ábyrgdina av IR, fíggjarstýring og roknskaparviðurskiftum fyri Eik-samtakið. Eik skrivar á heimasíðu sínari, at hetta vaktarskiftið er partur av teirri dagføring, sum tey hava gjørt í bygnaði sínum. Dagføringin merkir, at Fíggjardeildin, sum higartil hevur staðið fyri útvegan av gjaldføri, íløgu-, pensjóns- og tryggingarvirksemi, virðisbrævarøkt og Investment Banking, verður frameftir skild sundur í tríggjar deildir.