Hósdagin varð nýggi frítíðarskúlin í Klaksvík navngivin og fekk navnið Snjallabjalla. - Hetta er eitt orginalt navn, sigur Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd.
Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999, og virkaði tá sum sjálvsognarstovnur.
Í byrjanini vóru bert tvey børn, men hesi 12 árini er tørvurin øktur og stovnurin vaksin nógv.
- Í dag hava vit ein nýggjan frítíðarskúla til 80 børn. Og nú eru øll plássini umbiðin, upplýsir Elsebeth.
Nýggi frítíðarskúlin heldur til í hølunum har Tekniski skúli áður búleikaðist. Tey eru nú umbygd og umvæld, soleiðis at alt er lagt til rættis fyri børnini sum ganga har.
Ein partur av hátíðarhaldinum hósdagin var navnið á nýggja stovninum, sum altso er Snjallabjalla. Hetta navnið hevur arbeiðsbólkurin fyri frítíðarskúlan funnið í Føroysku Floruni.
Grundgevingarnar fyri hesum vali eru, at navnið er vakurt á skrift; tað er orginalt; tað er stuttligt at siga bæði hjá børnum og vaksnum; tað rímar, og haraftrat er blóman løtt at finna í bø og haga.
- Hóast tað kunnu vera ymiskar meiningar um navnið, so haldi eg at hetta er eitt gott navn, sum fólk skjótt fara at venja seg við, staðfestir Elsebeth M. Gunnleygsdóttir.