Í dag og í morgin er tjóðartingsval í Italia, og innanríkisráðið í Rom hevur biðið veljararnar, sum eru 47 milliónir í tali, fara á val, hóast veðurmenninir hava sagt frá ringum valveðri summastaðni í landinum.
Politiskir eygleiðarar í Rom siga, at valúrslitið verður avgerandi fyri, um Italia fer at fáa tamarhald á teimum búskaparligu trupulleikunum og støðug politisk viðurskifti, ella um búskapurin fer at tódna uppaftur meiri undir óstøðugum politiskum viðurskiftum.
Í Italia er tað er ikki loyvt at almannakunngera veljarakanningar 14 dagar undan valinum, men sambært teirri seinastu kanningini hevur ein miðvinstrasamgonga við sosialistinum Pier Luigi Bersani á odda bestu møguleikarnar at vinna. Eygleiðarar siga tó, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevur fingið nógvar veljarar afturat í seinastuni, og so er spurningurin, hvussu nógvar atkvøður skemtarin Beppe Grillo fær. Ein annar ivaspurningur er, hvussu dyggan stuðul fráfarandi forsætisráðharrin, Mario Monti, fær á valinum.
Tað er siður, at valevnini binda frið dagin fyri valið, men tað gjørdi Berlusconi ikki í gjár. Ein samrøða, sum grikska sjónvarpið hevði gjørt við hann, bleiv send í sjónvarpsstøðunum, sum Berlusconi sjálvur eigur. Har legði hann Mario Monti undir at krúpa fyri týska kanslaranum, Angelu Merkel.