Tríggjar orsøkir kunnu vera til at løgtingsval skal vera:
1. Fýra ára skeiðið er runnið
2. Ein meiriluti í tinginum samtykkir, at val skal útskrivast
3. Løgmaður tekur avgerð um at útskriva val.
Hendan føroyska skipanin líkist skipanum í teim flestu londunum vit samanlíkna okkum við. Men okkurt landið hevur aðra skipan. Í Noregi ber ikki til at hava stórtingsval í ótíð. Har skal tingið sita alt valskeiðið, sum er fýra ár. Tí hava norðmenn val fjórða hvørt ár í september mánað. Í Noregi er tó fleiri ferðir hent, at stjórnarskifti hevur verið í sama valskeiði.
Um norska skipanin ella skipanin í hinum londunum er betur kann tjakast um, men í øllum førum virka skipanirnar í hinum norðurlondum, burtursæð frá Noregi, rættiliga væl. Við hvørt situr tingið alt, ella nøkulunda alt, valskeiðið, og við hvørt verður val útskrivað, um okkurt serligt tekur seg upp. Men tað er sjáldan, at stjórnarleiðarnir misbrúka rættin til at útskriva val.
Eitt annað, sum eisini kann hava týdning, er nær á árinum best er at hava val. Í eitt langt tíðarskeið frá 1946 til 1990 hava vit í Føroyum havt løgtingsval í november. Á mangan hátt hevur hetta hóskað væl, serliga tí tá hava fólk flest verið heima. Við møguleikanum fyri brævatkvøðu hevur hetta kanska ikki so stóran týdning longur, men tá hugsað verður um landsstýrisskipan og endaligu samtykt av fíggjarlógini er hetta í seinra lagi á árinum. Í 1994 var valið í juli, og tað riggaði kanska heldur ikki so ógvuliga væl, løgtingssetan byrjar á ólavssøku, og tá skuldi gjarna eitt arbeiðsført landsstýri verið. Í 1998 og 2002 vóru valini 30. apríl. Hetta var kanska ikki ringasta tíðin. Tá var tíð at skipa seg áðrenn ólavssøku, og heystið og veturin kundi brúkast til dygt lóggávuarbeiði. Av ymiskum orsøkum varð val útskrivað aftur 19. januar 2004. Hetta er ikki serliga heppin tíð at halda væl. Í 2004 kom valið heldur knappliga, og fíggjarlógin var fingin frá hondini.
Men tá nú val skal vera aftur í seinasta lagi hendan dato í 2008 fer valstríðið fram nú í vetur, og er veruliga longu byrjað. Hetta ørkymlar samarbeiðið í landsstýrinum og í samgonguni, og gongur ikki minst útyvir eina komandi fíggjarlóg við tilhoyrandi undirliggjandi ætlanum, sum til dømis íløguætlanir og møguligum ætlanum um víttfevnandi lógararbeiði.
Í sambandi við tann turbulens, sum hevur verið seinastu tíðina í verandi samgongu hava tingmenn ført fram, at seriøst arbeiði ikki verður gjørt hesa tíðina til valið. Fíggjarlógin, sum skal samtykkjast áðrenn 1. januar verður meira at kalla ein provisorisk ætlan, sum aftur kemur at hava við sær nógvar eykafíggjarlógir í 2008. Órógvin, sum er komin í tingarbeiðið, serliga innan samgonguna, kemur serliga av tveimum viðurskiftum. Fyrst er tað uppskotið hjá tingformanninum, sum ógjøgnumarbeitt kemur í seinastu løtu og skal umskipa alla valskipanina. Slíkt kann ikki annað enn provokera stóran part av tingmanningini og skapa ruðuleika í arbeiði annars. Uppskot um nýggja valskipan eigur at koma tíðliga í einum valskeiði og fáa gjølliga viðgerð.
Eitt annað, sum hevur órógvað og fyri ein part skapt øsing, eru útmeldingarnar frá nýggja fíggjarmálaráharranum. Tað at nógv ferð er á búskapinum vita øll, men at minka um ferðina ella køla av, má gerast við varsemi. Tað er í øllum førum betur at hava trupulleikan við góðari gongd og vøkstur í búskapinum enn tí øvugta við einum niðursjóaðum búskapi. Ein nýggjur maður eigur ikki at koma og gera um seg við at mæla til at bróta politiskar avtalur, sum gjørdar eru frammanundan. Í øllum førum eiga slík tilmæli at koma stillisliga og á røttum staði, tað vil siga á landsstýrisfundi. Sandoyartunnillin hevur so nógv onnur aspektir enn bert ávirkanina frá sjálvari íløguni. Landafrøðiliga og samfelagsliga røkkur hann nógv longur. Og so tað ólukku uppskotið um at avtaka skattafrádráttin fyri sjómenn og ógilda samtyktu skattalækkingarnar. Hetta vil bert minka um møguleikarnar fyri meiri arbeiðsmegi, so tað ger størri skaða enn gagn í núverandi støðu, har tað mest tiltrongda er at fáa fleiri fólk á arbeiðsmarknaðin.
Ein løgin útmelding kom eisini frá fíggjarmálaráðharranum, og tað var, at búskapurin veit ikki av, at tað er valár. Tað er nakað tvætl. Búskapurin hevur onga tilvitan. Harafturímóti er búskapurin alla tíðina undir ávirkan frá øllum maktum rundan um hann, bæði innlendis og útlendis. Og tær politisku náttúrumaktirnar, sum millum annað vísa seg í einum valstríði hava so avgjørt ávirkan. Bæði stríðið hjá Laksafoss at steðga Sandoyartunnlinum og stríðið hjá Lognberg og øðrum at fáa arbeiðið í gongd ávirka búskapin. Tá ið ein fer í eitt starv, sum frammanundan er avmarkað av politiskum avtalum, sum ein beinanvegin gerst partur av, eigur ein at hava politiska tilvitan og provokera so lítið sum møguligt. Tí áðurnevndu politisku náttúrukreftirnar vísa seg rættiliga skjótt. Eg ivist ikki í, at Magni Laksafoss er bæði dugnaligur og væl útbúgvin búskaparfrøðingur, men “et er et søkort at forstå, et andet skib at føre”.
Eitt annað, sum bæði ávirkar politiska veðurlagið og eisini búskapargongdina, er klandrið, sum kemur at halda fram frá nú av og versna fram móti valinum í januar. Sum onkur núverandi samgongumaður hevur sagt, so kann hetta oyðileggja møguleikarnar fyri, at júst hendan samgongan kann halda fram. Um tað er gott ella ringt skal eg lata vera ósagt, men eingin orsøk er væl til at virka fyri tí. Besta loysnin fyri allar partar, ikki minst fyri løgmann sum samgonguleiðara, er tí at útskriva val sum skjótast.
Tey stórmál, sum eru eftir at loysa, vera best loyst aftan á eitt val, heldur enn at vera skundað ígjøgnum í ráðaloysi beint undan einum vali. Ein onnur orsøk til at val eigur at verða útskrivað nú er, at nú er møguleiki fyri at fáa eina betur valtermin. Sum eg nevndi at byrja við, er januar mánaði ikki nakar góður mánaður at hava val. Betur er tí at koma aftur til skipanina við at hava val um heystið. November mánaður hevur verið brúkiligur, men oktober er helst upp aftur betur. Tá er tíð at fáa landsstýri skipað (ella halda fram), og so fáa rímuliga góðar umstøður at fáa eina væl gjøgnumarbeidda og skilagóða fíggjarlóg frá hondini.
Løgmaður ger tí rættast í at útskriva val, sum so kann vera um leið miðan oktober. Eitt val miðskeiðis í oktober er ikki val í ótíð, tá eru kortini bert tveir mánaðir eftir av valskeiðinum.