Valaftan

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Mær tykir so synd í teimum, sum í morgin fara at gera sína ávirkan galdandi fyri síðani hart uttantanna og við røttum at kunna knarra í minni enn fýra ár afturat í ótíð.

Tí tey hava gjørt sína samfelagsskyldu og havt ávirkan.

Men lætt er tað ikki, alt annað. Tí har er so øgiliga nógv gott í at velja og eingi valdømismørk, og bara ein krossur í part at bera.

Segði ikki onkur sjey flokkar og 168 innstillað til 33 størv?

Sum vant stýra nøkur gandaorð, sum fjølmiðlarnar sleppa út, valstríðnum.

Fráflyting er eitt gandaorð. Flótti er kanska rætta orðið, men tað er so neiligt og fær veljaran at hugsa um okkurt keðiligt menningarland, sum Føroyar ikki halda seg vera.

Fólk rýma úr Føroyum og koma ikki aftur. Og tað er, sum skilst, ein stórur trupulleiki, at tey ikki koma aftur.

Tað átti at verið nógv meira umráðandi at kanna, hví vit eru so nógv eftir í Føroyum hóast alt. Eingin takkar okkum fyri tað. Minst av øllum politikararnir. Men sjálvandi er tað ikki teirra skyld ella ábyrgd, at fólk vilja vera her.

Og ein einvegis ferðaseðil kostar framvegis minni enn aftur og fram.

Eitt annað magiskt orð, eg havi lítlan hug at nevna, er kostnaðarstøði.

Alt er so forbannað dýrt í Føroyum, samanborið við, ja, rætt gitt, Danmark sjálvandi.

Við at samanbera prísirnar í dýrasta handlinum í Havn og í tí bíligasta í Keypmannahavn er niðurstøðan púra greið. Í Føroyum er nógv dýrari. Hví fanin rýma vit so ikki? Til Keypmannahavnar at keypa í teimum bíligu handlunum har í staðin fyri í teimum dýru her, hóast vit hava handlar her, sum eru næstan líka bíligir sum teir í Danmark.

Nú skal eg ikki grava undan sannleikanum, sum endurtikin nóg ofta gerst ein lygn.

Come On! Tit fara til val við tí herrópi, at Føroyar eru heimsins dýrasta land. Nú og aftur um minni enn fýra ár.

Og nógv pláss eru eftir í flóttafólkaleguni Daneland.

Og so eitt afturat. Útjaðarin bløðir og einasti bráðdepil (nú er gamla orðið skaðastova ikki nóg fínt og akademiskt longur, tí akut á donskum merkir bráð á føroyskum)einasti bráðdepil er í Havn.

Eg havi lurtað eftir onkrum valsendingum. Veit ikki hví, men eg hoyri eisini morgulestur og heilaga evangeliið viðhvørt og fái tað sama burturúr, einki.

Men mær dámar væl taktikkin hjá velevnunum.

Tey ansa væl eftir kortunum. Hvørki essini ella jokararnir verða koyrd út. Trumfur er eingin.

Samanumtikið er alt av fananum til her, og allar bókstavasamansetingar, sum verið hava, hava skyldina.

Hvat gera vit so við tað? Her kemur taktikkurin uppí. Sjálvandi fer eingin at avdúka, hvussu best er at gera tað, sum tey siga er best at gera.

Postkassin fullur aftur í kvøld. Valtilboð fyri tveir dagar í senn.

Halda sær í mesta lagi til 29.oktober 2015. Eingin listateria staðfest enn.

Seinast vóru 10,7 prosent ikki á vali. Vit vóru 3723 veljarar, so vit kundu verið fjórði størsti flokkur og havt ávirkan.

Men eg haldi tó framvegis, at vit eiga at grava niður løgting og landsstýri og fáa tríggjar klókar útlendskar kvinnur at stýra Føroyum.

Ein maður, sum er líka klókur sum eg, skjýtur upp at kasta lut millum tey uppstillaðu.

Eg taki húgvuna, sum eg fekk í jólagávu frá fakforeiningini, av fyri okkum, sum ikki rýma, men vilja vera her í, sambært valevnunum, landinum, har sum alt er av fananum til.

Og tað er sum við veðrinum. Eingin ger nakað við tað, uttan at yvirtaka tað.

Enn er eingin tikin fyri at fleyga sær til eina valplakat.

Far val.