Valborg Sivertsen Norðdepli 75 ár

Í dag, leygardagin 26. februar, fyllir Valborg Sivertsen í Norðdepli 75 ár.

Hon starvaðist í mong ár á Sjúkrahúsinum og Røktarheiminum í Klaksvik.
Valborg er ættað úr Svínoy. Foreldrini vóru Anna og Jóannes Joensen, sum var bóndi í Heimistovu. Anna var dóttur Ingu og Símun Júst Jacobsen, sum var læraralærdur og eisini hevði handil. Hann var eitt skifti løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Anna og Jóannes áttu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð. Jógvan og Fríðgerð búgva í Svínoy, Ragnhild og Ingibjørg búgva í Klaksvík, og Valborg býr í Norðdepli. Hans Jacob og Símun, sum báðir eru farnir, búðu í Klaksvík.
Seint undir krígnum fór Valborg til Klaksvíkar. Hon var í húsinum hjá Odu Kjølbro, og hon arbeiddi eisini í matvøruhandlinum hjá Kjølbro á Biskupsstøð. Eftir at hava verið á Háskúlanum, fór hon 1. oktober í 1950 at læra til sjúkrasystur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon var liðug við læruna og lesturin í 1954. Tá hevði hon í tíggju mánaðir verið og supplerað á Skt. Hans og Skt. Josef í Danmark.
Eftir at hon var komin aftur til Føroya, arbeiddi hon á sjúkrahúsinum í Klaksvík eitt skifti.
28. desember í 1955 giftist Valborg við Hans Jacobi Sivertsen í Norðdepli. Tey búsettust í Norðdepli, har Hans Jacob var útróðrarmaður.
Tey fyrstu árini í Norðdepli var Valborg heimasjúkrasystur. Hon ferðaðist við læknunum í Klaksvík í útoyggjarnar. Tá ið tunnulin var komin til Klaksvíkar seinnapartin av seksti árunum, fór Valborg aftur at arbeiða á sjúkrahúsinum. Har var hon, inntil Røktarheimið í 1984 varð tikið í nýtslu. Tá fór hon í starv har, og Valborg var á Røktarheiminum, inntil hon í 1995 gavst at arbeiða.
Valborg og Hans Jacob eiga fýra børn: Poul Sivert, Anna Maria, Jóannes Dánial og Ásmund. Dreingirnir búgva allir í Norðdepli, og Anna Maria býr í Havnini. Tann fyrri Osmundur var trý ára gamalur, tá ið hann í 1963 druknaði.
Tað hevur altíð verið lív í, har Valborg hevur verið. Hon er ófør at siga frá, og hon megnar at seta dám á, har hon er. Mong eru tey, sum hava sitið væl í heiminum hjá henni og Hans Jacobi í Norðdepli. Vit eru mong, sum heilsa henni á 75 ára degnum.
JH