Valentin Cora: Ferðandi tónleikari

Um ein tosar um grensur og mørk, kanska serliga landamørk, so er altíð okkurt at tosa um. Og um ein blandar hetta við tónleik, so er enn meir at tosa um. Ein ungur argentinskur gittaristur hevur verið á vitjan í Føroyum

Jóhann Jacobsen

Sum tíðirnar eru í dag, so flytur menniskjan seg eisini meiri og meiri. Tónleikur, sum t.d. á eini fløgu, flytir seg nógv meiri enn vit gera. Fløgur, sum eru kendar og eisini minnið kendar, kunnu fáast í øllum verðins hornum. Eitt nú var ein vinmaður mín á veg heim við flogfari úr Sri Lanka. Har umborð kundi hann við CD-boksini í flogsetrinum, sum øll onnur ferðandi á hesum flogfarinum eisini kundu, velja at lurta eftir Eivør Pállsdøttir-fløguni ímillum 9 aðrar fløgur. Hetta er eitt dømi um, at føroyskur tónleikur eisini sleppur uppí part og er hetta, eftir ondini, vorðið sjálvsagt.
Tónleikarar flyta seg eisini nógv og fleiri gera eitt legg hendanvegin. Og á hesum sumrinum hava fleiri gestatónleikarar verið á konsertum, festivalum og stevnum.

Argentinskur gittaristur
Ein teirra var argentinskur gittaristur. Hann hevur ta síðstu tíðina verið í Føroyum á vitjan í einar 3 vikur. Um Ólavsøkuleitið fekk eg eitt lítið prát við hendan ferðandi tónleikaran. Hann fortelur, at hann hevur havt ein sera góðan túr og hevur fingið nógvan íblástur. Valentin Cora er frá lítla býnum San Martin De Los Andes. Býurin, sum hevur einar 25.000 íbúgvar, liggur tætt við markið til Chile. Her hevur hann búð tey síðstu 4 árini.

»I have to travel«
Valentin livir av tónleiki, hetta hevur við sær, at hann er noyddur at vera uppá fartin meginpartin av tíðini. Hetta er neyvan nakað luksuslív, men, sum hann sigur tað, »I have to travel«. Og hann greiðir víðari frá, at tónleikur altíð hevur verið ein stórur partur av hansara lívi og av hesi orsøk kemur tann nógva flytingin. Tá so summartíð er í stórbýnum Brasilia ella Buenos Aires, so spælir Blues Valentin Band har.
Blues Valentin Band er hansara bólkur, men manningin er ongantíð tann sama, hon skiftir, sum spælistaðið er ymiskt frá mánaði til mánað. Hann dámar væl broytingar, og sum tónleikari, og menniskja, heldur hann hetta vera mennandi:
»Changes are good, healthy ? they keep you sharp«.
Í januar var Valentin í San Rafael, norðan fyri San Martin. Í Februar var hann aftur í San Martin og seinni í Baryloche. Tað var annars her hann møtti Kristiani Blak og Brandi Jacobsen, sum fingu ferðina til Føroyar í lag. Í apríl aftur í San Rafael. Og í juni mánaðinum Buenos Aires og Brasilia. Tað eru so serliga í hesum býum, at Blues Valentin Band er nógv umbiðið. Hetta er ein strang skrá. Manningin, sum hann spælir saman við í San Martin er oftast tann sama. Ein 50 ára gamal trummuspælari, sum rekur egnan handil og hevur familju, og ein 25 ára gamal professionellur keyboardspælari. Í Buenos Aires hevur hann oftast ein trummuspælara og ein bassspælara afturat sær.
Valentin Cora er tónleikari og fer óiva altíð, at hava okkurt við tónleik at gera. Hann fortelur, at hann altíð hevur verið umringaður av tónleiki. Vinir og kenningar hava allir havt okkurt við tónleik at gera. Blokkfloyta var hansara fyrsta instrument, men tá hann var 15 ár, sá hann, fyri fyrstu ferð eitt blues band spæla.

»Wow! This´s what I want to do«
Hetta var í brasilska býnum San Salvador, á einum staði, ið kallaðist »Atelier«. Hetta hevur nokk verið ein stór løta í hansara lívi. Bluestónleikurin er tað, hann mest leggur seg eftir og hann fortelur frá hesi løtuni í »Ateliere« sum nakað heilt stórt. »Wow! This´s what I want to do«, minnist hann seg hugsa.
Í San Salvado fór hann so, tá hann var 15 ára gamal, at ganga til gittaraundirvísning innanfyri blues-sjangruna. Her hevði hann ein lærara, ið hann kom at kenna sera væl og her fekk hann eisini ein, fyri hann, sera týdningarmiklan lærdóm. »How to learn« ella hvussu at læra allatíðina, altíð. Og innanfyri sama evni, vil Valentin vera við, at meðan teknikkur, innanfyri tónleikaspæl, hevur nógv at siga, so hevur ein annar partur minst líka nógv at siga. Tann parturin er tað, sum hann kallar, »at liva«. Man má seta hesar báðar partar saman og læra allatíðina. Gjøgnum tónleikin kann man deila við øðrum og vaksa saman við øðrum, men tað er meiri enn bara tónleikur í lívinum. Her viðmerkir Valentin heilhjarta, at hann hevur møtt eina rúgvu av einastandandi menniskjum og at hendan vitjanin hevur verið sera sera góð.
Politikkur og tónleikur...
Spurdur um hvat Valentin Cora heldur um, at blanda politikk uppí tónleik, svarar hann, at tónleikur handlar um »expressing and communication« ella tað at tala út og samskifti. »Politics is nothingelse but solving problems« og um øll hava eina rødd, tá kunnu øll vera nøgd. Sjálvur hevur hann verið aktivur í ungmannapolitikki í Brasil, tá hann búði í San Salvador.

»Politics is nothingelse but solving problems«
Í samband við tónleik, so eru ikki so nógv mørk, sum heild. T.d. er tann tjóðskaparligi politiski boðskapurin sterkur og veldigur, men hann hevur fleiri mørk, landamørk o.fl.. Politikkur hevur nakað við skipan at gera, millum menniskjur og natúruna, men natúran er ikki gjørd av mørkum, »...even the sky is not the limit.«
Annars leggur Valentin, eitt sindur burturfrá tí filosofiska prátinum, afturat, at hann ikki er vanur við, at vera staddur á oyggjum mitt úti í havinum.

»...even the sky is not the limit.«
San Martin liggur inni í landinum og har er veðurlagið als ikki líka skiftandi, sum tað er her. Hetta dámar honum væl og hann vónar at koma aftur skjótt.