Valfundurin snýr seg um hvussu Føroyar skulu vinna kappingina um okkara egnu ungu, sum í alt ov stóran mun fara av landinum at lesa og aldrin koma heimaftur.
Hvussu kunnu íløgur í hægri útbúgving og gransking styrkja haldførið Føroya búskaparliga og sosialt?
Tvey valevni fyri hvønn flokk koma at svara spurningum frá Óluvu Zachariasen, journalisti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eisini ber til at fylgja við á stroyminum her.











