Valfundur á Sandoyar Meginskúla

Tað vóru nøkur av mínum hjartamálum, sum eg ikki hevði stundir til at koma inná.

Eitt var Skúvoy, tað bleiv nevnt um, nýtt skip, til Skúvoynna, tí eri eg samdur við. Farast skal undir at byggja nýtt skip til Skúvoyarleiðina. Men eg veit at havnarviðurskiftini, eru ein stórur trupuleikið og krevur havnin munandi batar.

Nakrar milliónir vóru játtaðar í hesum fíggjarárinum, men árið er so nógv liði, at ikki er møguligt, at nýta peningin. Eg havi tosa við fólk í fíggjarnevndini, um at støðla peningin, ella goyma hann til næsta ár og var sagt mær, at hetta latur seg gera, hetta vóru fólk úr flest øllum flokkum, men hetta má fylgjast upp, undir fíggjarlógarviðgerðini, fyri komandi ár. Soleiðis at vit í 2012 fáa nakrar milliónir aftrat og somuleiðis í 2013.

So kunna vit í 2013, fara undir, at endaliga gera havnina í Skúvoy brúkiliga, soleiðis at hon livir upp til teir forvantningar, sum fólk í Skúvoynni høvdu til havnina á fyrsta sinni.

Við javnaðarkvøðu