Eg eri uppstillaður til Býráðsvalið í Tórshavn fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
? Onkur vil kanska spyrja, hví eg ditti mær til at stilla upp? Jú, eg eri Havnarmaður og havi alsk til Tórshavn. Eitt slag av býarpolitiskari verndarskyldu, um eg kann orða tað soleiðis. Fráfarandi býráð undir Tjóðveldisleiðslu hevur roynst væl fyri Tórshavn. Vert er at nevna góðu og nógv batnaðu fíggjarstøðuna hjá býnum. Eg loyvi mær at halda at við mínum vinnulívsroyndum kann eg gera nakað konstruktivt í komandi valskeiði soleiðis at ein góður býur verður munandi betri.
? Einahelst vil eg royna at útvega vinnulívinum so góðar arbeiðsumstøður sum til ber. Tað er ein sannroynd, at eitt virkið vinnulív gevur tann tryggleika og tær sjálvsøgdu socialu umstøðurnar sum vælferðarsamfelagið Tórshavn krevur. Vinnulívið í Tórshavn má hava optimalar umstøður.
? Komandi Býráð má kveikja og menna nýtt virksemi innan økir sum gransking, IT tøkni og bio medicin. Sera stórur tørvur er á einari altjóða kongress og granskingarmiðstøð í Tórshavn. Býráðið má bróta upp úr nýggjum á hesum og øðrum nýskapandi vinnuøkjum. Tað eigur at motivera og ganga undan við kreativari nýhugsan. Eitt virkið, fjøltáttað Vinnuráð skal stovnsetast.
? Í Havnini búgva ídag umleið 1.300 fólkapensionistar. Hetta tal fer at økjast nógv komandi árini og skulu sømulig kor verða tryggjaði okkara eldru borgarum. Eini 400 børn tørva enn dagstovnapláss, eisini ein stór átrokandi uppgáva sum má loysast. Ítrótturin og ein renningarbreyt skulu hava neyðugar sømdir. Tórsvøllur skal gerast liðugur.
? Ferðslan í høvuðsstaðnum er alsamt vaksandi við nógvum vandum fyri okkara børnum og eldri fólki. Her skulu broytingar til. Við vaksandi oljuprísum fer tørvurin á kollektivari ferðslu at økjast.
? Vit eiga at taka støðu til flogvøll á Glyvursnesi hóast undirsjóartunnil til Vágarnar. Kanningar sum eru lidnar tosa í flestu førum fyri hesum vølli og vil hesin eisini geva nógv nýtt virksemi í Suðurstreymoy.
? Fráfarandi Býráð hevur gjørt góðar avtalur við aðrar býir um samvinnu. Komandi Býráð skal verða sera virkið við sínum altjóða sambondum. Nógv er gjørt fyri mentunarlívið í Tórshavn, men ikki er komið á mál. Okkara mongu kreativu listarfólk hava ikki teir figgjarligu karmar og umstøður sum ynskiligt er. Mentanin í Havnini skal stuðlast við munandi størri upphæddum.
? Støðugt økjandi virksemi í Føroyum, ferðamannavinnan, oljuvinnan og batnandi búskaparligu umstøðurnar yvirhøvur fara at seta sera stór krøv til Havnina og til førleikan hjá nýggja Býráðnum.Hetta verður ein stór avbjóðing. Tórshavn skal heldur ikki verða ov bundin av íløgukarminum hjá Landsstýrinum. Havnin hevur ein íløgutørv uppá slakar 700 Mió og hevur eina sjálvsøgda serstøðu sum Høvuðstaður Føroyinga !
Eg vil sera fegin frætta frá tær hvat tú sum Havnarborgari heldur? Hvat kann verða betri fyriskipað og hvat krevst av ábótum og broytingum? Eg vil verða glaður fyri ein email ella eitt fax við tínum viðmerkingum.
(E-mail: johan_m@post.olivant.fo Telefax : 31 13 18)
Johan Mortensen
Valevni fyri Tjóðveldisflokkin