Valið verður 15. september

Fyri løtu síðani boðaði Lars Løkke Rasmussen frá, at fólkatingsvalið verður 15. september.

Stutti tíðindafundurin varð hildin á Marienborg, har danski forsætisráðharrin almannakunngjørdi tað, sum politiskir eygleiðarar frammanundan høvdu væntað.

Valið verður útskrivað nú, hóast meiningarkanningar hava víst, at tann blái blokkurin hjá forsætisráðharranum ikki hevur meiriluta aftanfyri seg.

Nú fer so valstríðið í gongd, og fram til hósdagin 15. september, tá eisini føroyingar skulu til valborðið.

Nú klokkan 11 verður annars tíðindafundur úti í Tinganesi, við danska uttanríkisráðharranum, Lene Espersen, sum er í Føroyum í hesum døgum. Hon hevur annars avlýst allar avtalur í dag, og fer sum skjótast heimaftur til helst eitt hart valstríð.