Tað sigur ein av fremstu politisku viðmerkjarum í Danmark við in.fo. Hann er ikki samdur við Zakariasi Wang í, at Helle Thorning-Smidt fer at bíða til 15. september.
Lesið eisini: Fólkatingsvalið verður 15. september
– Eg eri fullvísur í, at Helle fer at tapa valið »med piber og trommer«, sigur Hans Engell, tá vit spyrja, hvat heldur um tað, sum Zakarias Wang segði á info í gjárkvøldið um, at fólkatingsval ikki verður útskrivað fyrr enn síðsta møguliga dagin, sum er 15. september í ár.
– Vit fáa eina nýggja borgarliga-liberala stjórn undir leiðslu av Lars Løkke Rasmussen. Tað einasta, sum er spennandi er, um Dansk Folkeparti verður við, sigur Hans Engell.
Hans Engell hevur verið nógv brúktur sum politiskur viðmerkjari, síðani hann í 2007 fór frá sum blaðstjóri á Ekstra Blaðnum – starvið, hann hevði røkt frá 2000. Hann var í áttatiárunum verjumálaráðharri og nítárunum løgmálaráðharri í stjórnum hjá Schlüther og gjørdist eisini formaður í Konservativa Fólkaflokkinum, tá Poul Schlüther legði frá sær í 1993.
Hans Engell heldur, at føroysku og grønlendsku fólkatingsmenninir eru lítið sjónligir í donskum fjølmiðlum.
– Vit hoyra og síggja einki til teir í danska politiska kjakinum. Eg minnist meg ikki – tey seinstu 20-30 árini – hava hoyrt so lítið til føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð. Taey eru so fráverandi í miðlamyndini í Danmark, sigur Hans Engell.
Hann undrast á, at føroyskir og grønlenskir politikarar eru so anonymir í Danmark.
– Og tað er fyri so vítt líka mikið, um teir eru Danmark ella í Føroyum. Føroya Løgmann kennir eingin í Danmark, heldur ikki eg, sigur hann.
Hans Engell heldur, at valdagurin verður seinast í mai ella fyrst í juni.
– Helle Thorning-Schmidt bíðar neyvan til síðstu løtu at skriva út val av eini avgerandi orsøk:
– Tí so skal stjórnin hava fíggjarlógaruppskotið fyri 2016 klárt – tað verður lagt fram í august – og tað verður ógvuliga trupult hjá teimum, tí tað verður trupult at finna semju millum tey Radikalu og Javnaðarflokkin, tí tey hava lovað veljarunum milliardaútreiðslur á heilsuøkinum og øðrum økjum við, sum ikki eru fíggjað, sigur hann.
Og so vísir hann á – í sambandi við tað, sum vit skrivaðu á info í gjárkvøldið – at fleiri »heil« valskeið hava verið. Eitt nú 1990-94, 94-98, - 98-01 og seinast 2001 til 2005.
– Burtursæð frá nøkrum mánaðum, so sita danskar stjórnir í dag valskeiðið út, uttan so at summarfrí, jólafrí ella okkurt annað kemur vegin, sigur hann.
– Men stjórnirnar sita jú ikki og telja hvønn einasta dag – tær hyggja eftir veljarakanningum, fylgja miðlunum og lyfta tummilin upp í luftina, sigur hann.
– Danskur politikkur hevur ongantið verið meira stabilur enn skeiðið frá 1982 og fram til í dag – í yvir 30 ár, sigur Hans Engell.
Fólkatingsval í Danmark síðani 1849:
1849
1852
26. februar 1853
27. maj 1853
1854
1855
1858
1861
1864
1865
4. juni 1866
12. oktober 1866
1869
1872
1873
1876
1879
24. maj 1881
26. juli 1881
1884
1887
1890
1892
1895
1898
1901
1903
1906
1909
1910
1913 20. maj
1918 22. april
1920 26. april
1920 6. juli
1920 21. september
1924 11. april
1926 2. december
1929 24. april
1932 16. november
1935 22. oktober
1939 3. april
1943 23. marts
1945 30. oktober
1947 28. oktober
1950 5. september
1953 21. april
1953 22. september
1957 14. maj
1960 15. november
1964 22. september
1966 22. november
1968 23. januar
1971 21. september
1973 4. december
1975 9. januar
1977 15. februar
1979 23. oktober
1981 8. december
1984 10. januar
1987 8. september
1988 10. maj
1990 12. december
1994 21. september
1998 11. marts
2001 20. november
2005 8. februar
2007 13. november
2011 15. september
Løgtingsval í Føroyum síðani 1906:
2011, 29/10
2008, 19/1
2004, 20/1
2002, 30/4
1998, 30/4
1994, 7/7
1990, 17/11
1988, 8/11
1984, 8/11
1980, 8/11
1978, 7/11
1974, 7/11
1970, 7/11
1966, 8/11
1962, 8/11
1958, 8/11
1954, 8/11
1950, 8/11
1946, 8/11
1945, 6/11
1943, 24/8
1940, 30/1
1936, 28/1
1932, 19/1
1928, 23/1
1924, 22/1
1920, 10/11
1918, 24/4
1916, 28/2
1914, 2/2
1912, 2/2
1910, 12/2
1908, 2/2
1906, 18/7