Vallógin má broytast – vit mugu fáa fleiri kvinnur í løgtingið

Ingrid S. Henriksen

Í tíðindastubba í Dimmalætting hin 23. januar 2007 varð boðað frá, at Javnstøðunevndin og Demokratia (Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki) um ársskiftið sendu bræv til landsstýrismenninar, ið varða av málsøkjunum ávikavist javnstøðu og valskipan. Í brævinum mæla nevndirnar landsstýrismonnunum til at leggja fyri Føroya Løgting uppskot um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
Sagt verður at Javnstøðunevndin og Demokratia mæla til tvinnanda broytingar.
Í fyrsta lagi verður mælt til, at løgtingið við lóg staðfestir, at § 8 í løgtingslóg um javn-støðu er galdandi fyri uppstillingarlistar til løgtingsval, soleiðis at umleið sama tal av hvørjum kyni skal vera á listanum, men kunnu felagsskapir tó sambært viðmerkingunum til uppskotið fáa undantaksloyvi frá javnstøðunevndini, um so er, at viðkomandi felagsskapur hevur gjørt nøktandi og viðkomandi roynd at fáa kynsjavna uppstilling í lag.
Harumframt verður mælt til, at løgtingið samtykkir lóg, ið ásetir, at listaatkvøður verða býttar eftir kyni, soleiðis at býtið av løgtingssessum og varalimum verður javnari millum kynini við at javna tær atkvøður, ið hvørki eru persónliga greiddar fyri mannfólki ella konu-fólki.

Útvarp Føroya visti hin 25. januar 2007 at siga, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av vallógini, ikki ætlar at leggja uppskotið hjá Javnstøðunevndini og Demokratia fyri tingið. Hin 31. januar 2007 bar Útvarp Føroya tey tíðindi, at sami landsstýrismaður heldur ikki fer at leggja uppskot fyri tingið, ið hevur við sær, at vit fáa eitt rættari býti av tingsessum millum politisku flokkarnar, hetta við tí grundgeving, at hann fekk ikki undirtøku fyri slíkum uppskoti í landsstýrinum. Landsstýrismaðurin legði tó í hesum sambandi afturat, at tað var upp til samgonguna, um málið um valskipanina varð tikið á dagsskránna aftur.
Henda útmelding hjá Jacob Vestergaard um, at hann ikki ætlar at leggja nakað uppskot fyri løgtingið um broyting av valskipanini, sýnist sera margháttlig og óskiljandi. Tey, ið fylgja eitt sindur við á politiska økinum, vita, at sagt verður í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, at valskipanin verður endurskoða í hesum valskeiðnum. Við tað at valskeiðið hjá sitandi samgongu gongur út um knapt ár, hevur tað skund hjá samgonguni at koma við uppskotum at fremja fráboðaðar og neyðugar broytingar av valskipanini – broytingar, ið bæði geva eitt rættvísari og eitt javnari býti av tingsessum millum kvinnur og menn og millum politiskar flokkar.
Málið, ið snýr seg um eitt rættvísari býti av tingsessum millum politiskar flokkar, hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum v.m. og ætli eg ikki at at umrøða hendan spurning, men koma við viðmerkingum, ið snúgva seg um eitt rættvísari og javnari býti av ting-sessum millum kvinnur og menn.

Vísast kann á at verandi valskipan gevur monnum fyrimunir. Og at kynsbýtið á Føroya Løgtingi er út av lagi vánaligt – av 32 tingumboðum eru bert 3 kvinnur, svarandi til knapt 10%. Hetta hóast menn bert fingu 71% av atkvøðunum, kvinnur 16% og 13% atkvøddu ikki fyri nøkrum kyni, men fyri einum lista. Galdandi valskipan førdi hóast hetta til, at menn fingu uml. 91% av tingsessunum.
Kunnað verður á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini um áðurnevnda uppskot til broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting. Hetta snýr seg um tvey samanhangandi uppskot frá Javnstøðunevndini og Demokratia, har hesi mæla til at rættað verður uppá hetta ójavna býti av listaatkvøðum í komandi vallóg, soleiðis at kvinnur eisini fáa gagn av listaatkvøðunum. Uppskotið kann lesast í síni heild á www.javnratt.fo.
Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini HYPERLINK "mailto:javnratt@javnratt.fo" javnratt@javnratt.fo finst harumframt hent og upplýsandi tilfar um m.a. evni:

Kvinnur á ting

Sagt verður at til ber at fáa kvinnur á ting á ymsan hátt og at í altjóða høpi verður hetta gjørt á ymsan hátt.

Høvuðsmøguleikarnir eru:
at áseta um politiska javnstøðu í stjórnarskipan,
at áseta um politiska javnstøðu í vallóg,
at skipa fyri politiskari javnstøðu í flokshøpi.

Uppskotini hjá Javnstøðunevndini og Demokratia, ið vóru løgd fyri landsstýrismenn-irnar, ið varða av økinum (Jacob Vestergaard og Bjarni Djurholm) snúgva seg um, at mælt verður til at smærri, varligar broytingar um politiska javnstøðu í vallóg og politiska javnstøðu í flokshøpi eiga at verða settar í gildi við lóg.
Nú, tá tað er líkt til, at í hvussu er Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ið varðar av val-skipanini, ikki ætlar at koma við nøkrum uppskoti til broyting av valskipanini, soleiðis at vit fáa eitt javnari og rættvísari býti av tingsessum millum kvinnur og menn í løgtinginum, kunnu vit kanska vænta, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, fer at leggja uppskotini hjá javnstøðunevndini og Demokratia fyri løgtingið – men skuldi tað borið á, at heldur ikki hann er sinnaður at leggja nevndu uppskot fyri løgtingið, mugu vit ganga út frá at, løgmaður tekur um endan og syrgir fyri, at nevndu uppskot verða løgd fyri løgtingið, sum boðað frá av samgonguflokkunum í galdandi samgonguskjali.

Løgtingssamtykt at syrgja fyri at kvinnur fáa øktan leiklut í politikki.

Hin 20. oktober 2005 samtykti løgtingið at:

“Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin setir eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.
Í nevndini verða: Eitt umboð fyri hvønn flokk á løgtingi, eitt umboð fyri Føroya Kommunufelag, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnusamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir.” NB: hetta er nevndin, ið nú eitur Demokratia.

Víst verður á, at henda samtykt er beinleiðis í samsvari við uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999, sum Løgtingið samtykti 18. november 1999. Í við-merkingunum til hetta uppskot varð sagt:

“Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er at seta eina nevnd, sum skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 35% konufólk, í Altinginum eru uml. 30% konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39% konufólk.”

Nú gott 7 ár seinni er framvegis ongin broyting framd í føroysku valskipanini ella á annan hátt at syrgja fyri, at talið á kvinnum á løgtingi kann økjast. Í Føroyum eru vit ikki komin víðari á leiðini, tá tað snýr seg um kvinnuumboðan á løgtingi. Í viðmerkingunum til uppskotið, sum løgtingið samtykti hin 18. november 1999, varð sum nevnt sagt, at “úrslit av hesum arbeiði skal verða, at umboðanin á leið verður sum í hinum Norðurlondunum”.
Vit kunnu anno 2007 framvegis staðfesta, at kvinnuumboðan á løgtingi er ein hin slakasta í heiminum. Lond sum Djibouti og Niger, ið ofta í vesturlendskum høpi fáa heft spjaldrið tilafturskomin lond á seg, hava betur javnstøðu á tingi enn vit hava í Føroyum (í Djibouti eru 10,8% av tinglimunum kvinnur og í Niger eru 12,4% av tinglimunum kvinnur). Til sammetingar kann sum áður nevnt vísast á, at kvinnuumboðanin í danska Fólkatinginum var 39% í 1999. Hetta er norðurland, ið hevur kvinnuumboðan á tingi, sum løgtingið sigur seg vilja ynskja at líkjast. Veruleikin vísir heilt aðra mynd – kvinnuumboðan á løgtingi er bert gott 9% og ongin broyting av vallógini er í eygsjón. Og tað, ið verri er - ongin veit í løtuni, nær uppskot um broyting av vallógini, ið hevur sum endamál at rætta hesi viðurskifti, verða løgd fyri løgtingið. Føroyar mugu tí framvegis metast at vera eitt sera tilafturs-komið land, tá umræður kynsliga javnstøðu á tingi.

Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini verður upplýst, at lond sum Afghanistan og Irak hava nógv hægri kvinnuumboðan á tingi enn vit hava í Føroyum. Kvinnuumboðanin á tingi er ávikavist 27% og 25% í hesum báðum londunum. Kvinnuumboðanin á tingi er soleiðis millum tvær og tríggjar ferðir so høg í Afghanistan og Irak sum í Føroyum.
Lond í vesturheiminum og tá serliga londini í norðurlondunum, sum vit siga okkum vilja líkjast, hava alla grund at spyrja, hvat er galið í pinkulandinum Føroyar, og spyrja hvussu tað hongur saman, at kvinnur í Føroyum anno 2007 framvegis ikki sleppa uppí part at stjórna fólki og landi.
Í Føroyum er eins og í øðrum londum neyðugt, at tann vitan og ta tilfeingi, ið kvinnur umboða, fær innivist við umboðan gjøgnum lóggevandi arbeiði á tingi. Tað er tískil alneyðugt at vit í Føroyum koma burtur frá hesi tilafturskomnu støðu við einsíðugum kallkyns-fólkaræði. Tað er tí sera aktuelt og umráðandi, at Javnstøðunevndin og Demokratia dríva á politisku flokkarnar, løgtingið og løgmann at fáa framt tiltrongdu broytingarnar av valskipanini.

Hin 31. januar 2007, skipaðu Javnstøðunevndin og Demokratia fyri fundi á Hafnia, har m.a. evnið “hvat forðar kvinnum at vera við í politikki” varð viðgjørt og sagt var frá virkseminum hjá nevndunum at royna at fremja øktan kvinnuleiklut í politikki. Fundurin var upplýsandi og lívligur og nógv fólk møtti á fundinum (nógvar kvinnur og nakrir menn).
Upplýst varð at Demokratia og Javnstøðunevndin hava gjørt arbeiðsætlan fyri fyrru hálvu av 2007 og at tey m.a. ætla at tosa við tingbólkaformenn og hava fund við politisku flokkarnar og við landsstýrið at vita, hvørjar ætlanir hesi hava á javnstøðuøkinum. For-kvinnan í Demokratia, Eyðgunn Samuelsen, legði dent á, at Demokratia sjálvsagt gongur út frá, at løgtingið og politiska skipanin tekur hetta mál um økta javnstøðu á tingi í álvara og lurtar eftir teimum uppskotum, sum Demokratia og Javnstøðunevndin koma við.
Vónandi og væntandi verða uppskotini, sum Javnstøðunevndini og Demokratia lótu avvarandi landsstýrismonnunum um ársskiftið um meira javnstøðu millum kynini, løgd fyri løgtingið í næstum og samtykt áðrenn komandi løgtingsval, ið verður í seinasta lagi um góðar 11 mánaðar.



Tórshavn, hin 6. februar 2007