Samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre hevur funnið eitt orð, sum skal eyðlýsa komandi fólkatingsvalið í Føroyum.
Tað er orðið »protestval« og í donskum fjølmiðlum hevur Jógvan Mørkøre gróðursett, at valið hesaferð er nakað so einfalt sum eitt mótmæli ímóti Poul Nyrup Rasmussen (og Mogens Lykketoft).
Vit kenna úr Danmark Glistrupvalið í 1973, sum helst var eitt skattaprotest-val og í Føroyum fingu vit Verkamannafylking í 1994 sum mótmæli ímóti Javnaðarflokkinum.
Men eins lítið og atkvøðurnar, sum Javnaðarflokkurin misti tá, komu at tæna verkafólki eins væl og tær kundu havt gjørt í Javnaðarflokkinum, tí tær nú lutvíst komu at tæna einum høgrapolitikki, eins lítið kemur eitt tjóðveldisumboð á danatingi at bera broyting í sær í stjórnarviðurskiftum Danmarkar og Føroya ímillum.
»Protestvalg« er ov grunnt til at greina teir margfaldu og torgreiddu spurningar, sum liggja aftan fyri, tá ein roynir at gerast førur fyri at seta krossin so ein greiður vilji kemur til sjóndar, t.v.s. hvat ein ynskir at broyta í mun til verandi viðurskifti.
Betur var fyri objetivitetin hjá frøðingum, var sloppið undan so »popputum« útleggingum, tí vandi er fyri at slíkar gerast »manipulerandi«, heldur enn at vera nágreiniligar »analysur«.
Men tað er ongin ivi um, at misnøgdin hjá øllum føroyingum við Poul Nyrup og Mogens Lykketoft er ómetaliga stór, men tað skal hon eisini vera við konservativa Poul Schlüter og vinstramannin Anders Fog Rasmussen og harvið Uffa Ellemann Jensen.
Hetta tí at teir spældu við merktum kortum og snýttu føroyingar. Fyrst Schlüter og Ellemann í grovan mun, og síðan fylgdu Poul Nyrup og Lykketoft eftir.
»Protestin« skal tí helst bera í sær, at allir teir leiðandi flokkarnir í Danmark umbera atburð sín ? sum skuldi verja danskar fíggingarstovnar ? taka annað skinn um bak og ásanna, at føroyingar skulu hava eina uppreisn bæði fíggjarliga og í ásannan av órætti.
Eitt tjóðveldisumboð kemur ikki at roynast ein »protest« í veruleikanum.
Tvørturímóti.
Tjóðveldisumboð á danatingi kemur í fyrstu atløgu at roynast stuðul hjá Poul Nyrup, tí tað tekur sætið hjá øðrum føroyingi, sum situr borgarligu megin. Tjóðveldið fer sostatt at gera Uffa Ellemann veikan mótvegis Poul Nyrup.
Hetta er einføld valmatematik.
Men so er tjóðveldisballið eisini buið, tí teir agitera við, at teir ætla sær onki annað at gera á fólkatingi, enn at gera vart við ynski síni um loysing. Tjóðveldisumboðið skal á ongan hátt luttaka í danskari politiskari viðgerð, og tískil heldur ikki samráðast við danskar politikarar ella danskar politiskar flokkar.
Danska stjórnin eftir valið ? hvør hon so verður ? fær sera lætt spæl.
Tak at tjóðveldisumboðið hvørja setu fer 10 ella 20 ferðir á røðarapallin og sigur: »Vi ønsker løsrivelse, vi kræver løsrivelse«. Tá verður svarið: »Tað er í lagi, um ein meiriluti av føroyingum ynskir tað, men so mugu tit koma til semju við aðrar føroyingar um hvørja broyting í stjórnarviðurskiftunum ein meiriluti ynskir«.
Men eisini her meldar Tjóðveldisflokkurin pas.
Hann hevur enn ikki viljað farið til verka í eini stjórnmálanevnd um eina føroyska semju um innihaldið í sjálvstýrislógini.
Tí koma vit helst at sita langt inn í næstu øld uttan broytingar, koma teir ikki nú til arbeiðis.
Royndirnar frá samráðingunum í 1946 og 1947 lærdu okkum, at tað nyttar onki at fara til Danmarkar at lata tjóðveldið rópa uppá kalk og sambandið uppá stein. Tá verður framvegis sum í Babylon.
Javnaðarfloksins støða er valmatematiskt hin sama. Fáa vit umboðið, flyta vit tað eisini frá teim borgarligu og gera teir veikari, men vit hava alment og beinleiðis mótvegis Poul Nyrup sagt, at vit á fólkatingi verða ein sjálvstøðugur flokkur, sum hann ikki skal rokna upp í síni atkvøðuneyt.
Men vit frásiga okkum ikki ? sum tjóðveldið ? rættin til at samráðast við eina danska stjórn ? borgarliga ella vinstravenda ? ella við danskar flokkar, tá tað ræður um føroysk áhugamál.
Vit avnokta heldur ikki okkara javnaðarhugsjónir, men virka eftir teim í øllum málum, sum kunnu bera føroyingum batar.
Vit vita, at sera týðandi mál skulu viðgerast á fólkatingi komandi setuna.
Fyrst og fremst endurgjaldsspurningurin og endaliga avtalan um statslánini.
Hartil verða mong mál at ávirka í samráðingum við einahvørja danska stjórn, so sum EU-spurningar, umhvørvismál fyri ikki at tala um stjórnmálabroytingar, semjast vit um slíkar í Føroyum.
Her hevur Javnaðarflokkurin tann fyrimun, at hann eigur førleika og royndir frá mongum torførum samráðingum altjóða, innanríkis og innanlands.
1. mars 1998
Atli P. Dam