- Bygdin er eldri enn hundrað ára gomul, og hon hevur enntá sítt egna postnummar. Tó so eru mong í Føroyum, sum einki kenna til Válin.
Soleiðis verður sagt á heimsíðuni hjá Kvívíkar kommunu, sum Válur er partur av.
Válurin er lítil og hugnalig bygd á suðursíðuni á Vestmanna, og í kommununi siga tey, at orðið "válur, merkir "árundur heyggjur".
- Í hesari væl goymdu perlu búgva 44 fólk, og stórur partur av bygdarfólkinum eru tilflytarar.
Víst verður á, at tann, sum bygdi Válin í 1840, Óli Jákup Magnussen, var úr Hvalvík.
- Lendingarviðurskiftini eru betri á Válinum enn í Kvívík, har onkuntíð ikki er atkomiligt, tá komið verður aftur av útróðri.
Sagt verður, at av Válinum er gott at rógva út, og Kvívíkar sóknar Róðrarfelag heldur eisini til á Válinum.
- Tey húsast í gamla Grindanótaneystinum. Inni í neystinum eru góðar umstøður við rógvimaskinum umframt súkklum til innanduravenjing.
Válur er grannabygd við Vestmanna, og tað er bara ein á, sum skilur bygdirnar sundur. Samanhaldið við Vestmanna er gott, tó at Válur er í Kvívíkar kommunu.
- Vestmenningar kunnu finna upp á at prika válarfólk, at um tey koma yvir um ánna, so mugu tey hava passið við.
Og at enda verður sagt soleiðis á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu:
- Spyrt tú bygdarfólkið, so eru tey hvørki vestmenningar ella kvívíkingar. Tey eru válarfólk.












