Valur framvegis oddalið

Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsmálverjan Randi Wardum og liðfeløgunum í Vali í løtuni. Týskvøldið vóru tær á vitjan hjá Þór/KA, sum undan dystinum lá á sætta plássinum. Randi Wardum vardi málið hjá gestunum, sum vunnu 3-1.

KR, sum liggur á øðrum plássi, vann heili 4-0 á Keflavík, og tískil eru tað framvegis trý stig, sum skilja Val og KR í bestu íslendsku kvinnudeildini í løtuni.