Heimir Guðjónsson vann fleiri ferðir íslendska meistaraheiti við FH, bæði sum høvuðsvenjari og sum hjálparvenjari. Í 2018 vann hann FM sum høvuðsvenjari hjá HB, og nú vísir Heimir sítt virði sum venjari hjá Vali í Pepsideildini.
Valur vann í dag 1-0 á HK á heimavølli, men tað var aftur í dag uttan nevniverda føroyska spælitíð. Aftur í dag fekk Kaj Leo í Bartalsstovu bert 5-6 minuttir á vøllinum. Tað sama var fyrr í vikuni tá Valur á útivølli vann 4-3 á KR,. Tá fekk Kaj Leo eisini bert nakrar fáar minuttir á vøllinum.
Hvat er og ikki, so er Valur nú greitt oddalið við 28 stigum fyri 12 dystir. Valur er sjey stig frammanfyri Stjørnuna, og átta stig frammanfyri Breiðablik, FH og KR.
Danski Patrick Pedersen skoraði sigursmálið fyri Val í dag.
13. september verður næsti dystur hjá Vali, ið á heimavølli tekur móti Víkingi Reykjavík.
Støðan:
Lið: | |||
Valur | 12 dystir | 28:12 | 28 stig |
Stjarnan | 11 | 18:9 | 21 |
Breiðablik | 11 | 24:17 | 20 |
KR | 11 | 22:15 | 20 |
FH | 11 dystir | 22:16 | 20 stig |
Fylkir | 13 | 19:20 | 19 |
Víkingur R. | 11 | 19:18 | 14 |
ÍA | 12 | 27:29 | 14 |
HK | 13 | 21:28 | 14 |
KA | 12 | 9:14 | 11 |
Grótta | 13 | 12:25 | 9 |
Fjölnir | 12 | 10:28 | 4 |