Valur skal spæla finalur um íslendska meistaraheitið

Valur vann eisini triðu hálvfinaluna móti KA

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagar teirra í Vali skulu spæla finalur um íslendska meistaraheitið.

 

Í kvøld vann Valur á heimavølli í høllini á Hlíðarenda eisini triðu hálvfinaluna móti KA. 

 

Valur vann dystin 38-34. Í steðginum vóru valsmenn á odda 19-16. Valur vann sostatt hálvfinaluuppgerðina 3-0.

 

Bjarni skoraði trý mál og Allan skoraði eitt mál.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:4, 7:7, 9:9, 14:12, 19:16, 22:19, 25:21, 28:23, 30:27, 33:29, 38:34.

 

Valur møtir antin FH ella Haukar í finalunum. Í hálvfinaluni teirra millum er støðan 1-1. Liðini hittast í morgin og aftur fríggjakvøldið. Er støðan í uppgerðina 2-2 tá, so verður fimta og avgerandi hálvfinalan leikt fyrst í komandi viku.