Valur vann fyrru áttandapartsfinaluna við einum máli

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava eina tepra leiðslu til returdystin í Serbia

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava í kvøld spælt fyrru áttandapartsfinaluna í European Cup.

 

Valur tók í kvøld móti serbiska liðnum, Metal­oplastika Sa­bac í høllini í Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Tað eydnaðist Vali at vinna tepran 27-26 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

 

Gongdin í dystinum var hendan:  1:1, 3:4, 5:5, 7:7, 9:10, 11:11, 14:12, 16:14, 17:16, 21:21, 26:23, 27:26.

 

Allan skoraði tvey mál fyri Val. 

 

Stóra hetjan hjá Vali í dystinum var landsliðsmálverjin og leikandi venjarin, Björgvin Páll Gústavsson sum bjargaði 17 málroyndum, harímillum trimum brotskøstum.

 

Returdysturin verður spældur í Serbia komandi leygardag klokkan 17.30, har eitt pláss í fjórðingsfinalunum stendur upp á spæl.