Fiskavirkini stríðast við minkandi ráfiskanøgdir, og soleiðis er eisini á fiskavirkinum hjá TG Seafood í Hvalba, sum heldur ikki fær nóg mikið av fiski til virkingar.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at upsaveiðan hevur roynst illa, og lítið er, sum í løtuni bendir á, at batar eru at hóma.
- Vit skuldu farið at nærkast bestu fiskitíð til upsa. Í fjør kiksaði upsaveiðan - eisini í bestu tíð, men vit vóna, at henda tíðin hóast alt fer at roynast betri í ár.
Hann vísir á, at partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, landaðu mánadagin. Teir høvdu 230 kør, sum er umleið 150.000 pund.
- Á seinasta túri royndist veðrið vánaligt, men nú teir eru úti aftur, og líkindini hava verið betri, er fiskiskapurin framvegis smáligur.
Magnus Jespersen sigur, at djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, eisini eru til fiskiskap og koma væntandi inn at landa mánadagin.
- Vit vóna, at tað verður bati í upsafiskiskapinum, sum tíðin gongur, og vit vóna, at næstu vikurnar fara at roynast, sigur Magnus Jespersen, stjóri.
Á TG Seafood í Hvalba detta dagar burtur ímillum, har einki arbeiði er.
- , Umframt at skipini, sum vanliga landa í Hvalba, hava vánaligan fiskiskap, eru tað eisini rættiliga avmarkaðar ráfiskanøgdir, ið fara um uppboðssøluna, leggur hann aftrat.