Ungir sveinar eru eitt útsett fólkaslag. Og gerast teir so piparsveinar, so eru ikki mørk fyri tí vanda, hesir koma í.
At fara um tey 30 árini er ikki sum at siga tað. Tað er av sonnum eitt vandamikið horn at fara um.
Hevur sveinurin so ikki funnið ta røttu, ta einastu einu, men gongur fríur sum fuglurin, so eru vinfólkini skjót at heiðra piparsveinin. Hvørt talan so er um væl meint skemt við skálkinum aftanfyri oyrað, ella tað til tíðir verður gjørt vegna svartsjúku, skal her ikki støða takast til.
Ein sannroynd er tað tó, at royndirnar, ið piparsveinar verða útsettir fyri, eru harðar og almenna útstillingin kennir eingi mørk.
Piparbússurnar, ið vanligt er at seta upp uttanfyri, har piparsveinurin býr, gerast alsamt størri og kreativiteturin blómar. Óneyðugt er at siga, at har piparsveinurin býr, ofta er heima hjá mammu og pápa, sum so eiga stríðið at fáa ovurhonds stóru piparbússuna førda burtur ? ofta við lastbili.
Myndamaðurin kom í gjár framvið hesi stóru, ljósareyðu piparbússuni á Hoyvíksvegnum í Havn. Har stendur hon og fyri líkasum at staðfesta vandamikla hornið, ið ungi sveinurin er farin um, er hon sett upp á horninum Hoyvíksvegur og Mýrusnýpuvegur.
Søgur siga, at gamlir dreingir, piparsveinar, ofta eru múgvandi. Kanska er eitt hugskot, at bússan verður nýtt til sparibússu, ístaðin fyri at peningur verður nýttur til at fáa hana burturbeinda. Ein sannroynd er tað, at ungi maðurin, Ið farin er um vandamikla hornið, má í hornatøk við stóru bússuna, líkamikið hvat gerast skal við hana. Á gøtuhorninum kann hon so ikki standa.