Tað frættist skjótt, at skipið hevði ein vandamiklan farm, sum er í bingjum, og enska sjóverjan setti alt fyri eitt sløkkiliðsmenn umborð á skipið. Nakað seinni varð boðað frá, at sløkkiliðsmenninir høvdu fingið tamarhald á eldinum, og at eingin vandi var fyri lastini.
Farmaskipið »Wester Till« er skrásett í St. Johns í Antigua, men tað er týska felagið triton, sum rekur tað. Felagið segði í gjár, at skipið var á veg til Tunis, men einki varð sagt um, hvar tað er fyri farmur, skipið hevur.