Vandamikil smsboð

Smsboðini kunnu fáa okkum at gloyma tíð og stað. Enntá so mikið nógv, at tað kann enda við stórum óhappum. Ein 16 ára gomul amerikonsk kvinna datt niður í eina kloakskakt, tí hon var upptikin við fartelefonini. Ein annar amerikanari datt á vegnum, og ein triði fekk eina grein í høvdi, tí hon skrivaði smsboð, og hugdi ikki eftir vegnum.

 

Tað er CNN, ið hevur verið á gøtuni og funnið útav, hvussu smsboðini hava ávirkað fótgangararnir.

 

Nógv hava gingið inn í ein lyktapela, traðka í ein hundalort, gingið tvørtur um vegin hóast reytt ljós, og enntá gingið beint inn í ein súkklist, meðan tey høvdu hendurnar og tankarnar fullar við fartelefonini.

 

Kennir tú nakra líknandi søgu, so ert tú vælkomin at senda tína søgu til barbara@sosialurin.fo. Planetin vil fegin hava tína søgu, um hon er pínlig, stuttlig ella óheppin.