Materielt nýtast vit ikki at óttast, hóast kreppur kunnu koma og fara í komandi tíðum, tí hjá okkum er ein kreppa ikki tað sama sum kreppur aðrastaðni í heiminum. Hjá okkum snýr tað seg um bilur nummar 2 skal seljast, um húsini til 1 millión kunnu forrentast, at hava ráð til nýggj klæðir o.s.fr. Hóast hesi mál eru álvarslig fyri tey, ið merkja búskaparliga strongd, so snýr hetta seg hóast alt ikki um hungur og vesaldóm. Vit føroyingar hoyra til ein lítlan part av heimsins fólkum, ið liggja á ovastu rók materielt, og er hetta sera týdningarmikið at minnast til, áðrenn vit fella fyri freistingini at taka synd í okkum sjálvum materielt. Fyri at nýta eitt fremmant orð, so er týdningarmikið, at seta alt í »perspektiv«.
Spurningurin um vit vilja geva frá okkum materielt fyri eitt nú fullveldi er ein annar spurningur, ið má vera upp til hvønn einstakan at avgera. Fullveldi kemur at kosta okkum materiellan vælstand uppá stutt sikt ? hetta eru sakkunleikin og eisini Hvítabók á einum máli um. Tað er alla æru vert, um fólk vilja hetta vitandi um, at tað kostar vælferð. Tað er ikki reiðiligt at billa fólki inn, at hetta ber til uttan at fara frá ovastu rók niður á næstovastu rók materielt, har heldur eingin, hóast alt, líður hungur og vesaldóm. Hetta átti at verið eitt mál, har fólk eiga at gera upp við seg sjálvan, hvat tey vilja. Ansast má eftir, at fólk ikki látast vilja taka eitt fall í vælferðini og livistøðinum vegna Føroya fólk, og vænta, at tað ikki kemur at raka ein sjálvan.
Tann vandin, ið kann hómast í núverandi gongd er fyriuttan tað materiella, ið hóast alt er og verður eitt luksusproblem, at toleransan gerst minni og minni móti øvugtum meiningum. Vit síggja eina gongd, har føroyingar verða lagdir undir at tæna donskum kreftum, fremja landsskaðiligt virksemi, royna at »fuppa og svindla« Føroya fólk. Føroyar gerast eitt fátækt land, um føroyingar ikki kunnu hava eina meining, ið ikki tangerar nationalismu, uttan at hesi fólk verða løgd undir líkt og ólíkt. Bara tað, at menn taka sær einarætt uppá at definera røtt føroysk áhugamál og ikki røtt føroysk áhugamál átti at fingið allar alarmklokkur at ringt. Ein rættur føroyingur er vónandi ikki ein, ið tekur sær einarætt at definera, hvat ein rættur føroyingur er.
Talu-, hugsunar- og trúarfrælsi eigur at vera so inngrógvið í okkara mentan, at ein eigur at kunna úttala seg ímóti ekstremum nationalistiskum tendensum, uttan at verða lagdur undir landasvik og annað ótespiligt. George Orwell segði í framtíðarræðumynd síni 1984, at tann, ið stýrir fortíðini, stýrir framtíðini, og hann, ið stýrir nútíðini, stýrir fortíðini. Vónandi kemur søgurættan ongantíð uppá tal í Føroyum, men tá ið ein hoyrir menn tosa um landasvik, so koma minni um 50 árini fram aftur, har ókvæmisorð vóru dagligur kostur, og okkurt bendir á, at hetta er vorðið gloymt av summum. Týdningarmikið er at granska keldur (órættaðar), so at søgan ikki verður gloymd, nú vit skjótt skriva ár 2000.