Tað er ein stórur spurningur um tað er rætt av samgonguni at endurstovna Landsbankan.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Arbeiðsgevararnir undrast á, at teir ikki hava fingið høvi til at siga sína hugsan um ætlanina at endurstovna Landsbankan og at skipa eitt váðaráð, sum skal meta um vandatekin í føroyska býskapinum.
Men hóast tey ikki eru boðin at siga sína hugsan, gera tey tað kortini. Undanfarna samgongan avtók Landsbankan, og tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag halda, at ein politisk semja eigur at verða gjørd um vit skulu hava ein landsbanka, ella ikki, so at hann ikki verður avtikin og endurstovnaður umaftur og umaftur, alt eftir, hvør samgonga situr.
Endamálið við at endurstovna Landsbankan og Føroya Váðaráð, er at tryggja Føroyum ímóti fíggjar- og búskaparkreppum, sum rakar okkum av tí at á fíggjarliga eftirlitið er ov veikt og ikki er ført fyri at ávara um kreppurnar.
- Seinastu fíggjarkreppuna høvdu vit onga ávirkan á, og vit ivast í um eitt føroyskt váðaráð hevði gjørt so stóran mun, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Kortini er væl hugsandi, at eitt váðaráð hevði havt eina betri føling av gongdini í júst føroyska fíggjargeiranum, leggja tey afturat.
Men tey vísa eisini á, at síðani seinastu fíggjarkreppu eru nógvar lógir settar í gildi um allan heimin, og eisini her hjá okkum, við tí endamáli at tryggja, at slík fíggjarkreppa ikki endurtakur seg.
- Vit loyva okkum at seta spurnartekin við um eitt føroyskt váðaráð tryggjar okkum enn betri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Ætlanin er eisini, at Landsbankin eisini skal verða fíggjarstovnur hjá landi, kommunum og almennum grunnum.
- Hetta fer óivað at ávirka kappingarstøðuna, tí nú eru tað privatu peningastovnanir, sum eru bankasambandið bæði hjá kommunum og grunnum.
- Stórur vandi er fyri, at kappingin ímillum alment og privat kann vera skeiklað, tá ið landið í roynd og veru nýtir sínar ognir sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn.
Verður rentan ásett eftir einari váðameting av einari ávísari kommunu ella grunni, átti rentan kanska í veruleikanum at verið hægri, halda arbeiðsgevararnar.
- Tá tað almenna fer at reka vinnu á økjum, sum náttúrliga liggja hjá tí privata, minkar tað eisini um møguleikarnar hjá privatu vinnuni at fáa virksemið at bera seg.
- Tá virkisøkið hjá einum banka minkar, eru færri inntøkur til tær føstu útreiðslurnar, og avleiðingin av tí kann vera, at ómaksgjøldini hjá bankunum fara hækka.
- Í ringasta føri kann tað hava við sær, at útboðið av privatum fíggjartænastum verður minni í Føroyum, siga arbeiðsgevararnir.
- Tað er er eisini óheppið, at sami stovnur, sum skal gera váðagreiningar av fíggjargeiranum samstundis er ein stórur partur av hesum sama fíggjargreia, sum kappast við privatu fíggjarstovnarnar.
- Tá er lætt at seta spurnartekin við óheftni í ráðgevingini hjá landsbankanum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.