Vandin fyri ferðsludeyða ov stórur

Kanningar í sambandi við svensku 0-loysnina staðfesta, at ferðin er størsta álvarsmál í ferðsluni. Jenis av Rana heldur spurningin um ferðavmarking í sjálvum bilinum vera kærkomnan

? Eitt mistak eigur ikki at at verða revsað við deyðanum.


Soleiðis ljóðar ein av trimum aðalhugsjónum í sonevndu 0-loysnini í Svøríki, ið hevur til endamáls at sleppa undan deyða og álvarsligum løsti í ferðsluni.


Ein av mest umráðandi atgerðunum, ið skulu stuðla upp undir at náa endamálinum er, at hámarksferðin verður lækkað. Staðfest verður, at verður hámarksferðin lækkað, minkar hetta um styrkina í einum samanbresti, eins og betri stundir vera til at stýra seg úr einum vanda.


Hámarksferð kann vera ymisk. Løgfrøðiligu hámarksferðini ber ikki til at ivast í. Hon er púra greitt skilgreinað, og fólk vita, at í Føroyum er hægst loyvda ferð 50 km/t í bygdum øki, og 80 km/t millum bygda. Men veruleikin er øðrvísi enn løgfrøðin í hesum føri, tí hóast hámarkið, bróta flestu bilførarar hesa lóg so at siga dagliga. Hetta vísa kanningar hjá landsverkfrøðinginum í 90-árunum. Verða t.d. nøkur berghol pilkað burtúr heildini, eru úrslitini ansvekjandi. Í Kollafjarðartunlinum, Norðskálatunlinum og Leirvíkstunlinum koyra meira enn helvtin av bilunum skjótari enn loyvt.


Bilførarin ræður


Sambært svensku 0-hugsjónini er ferðin tann ferðslutáttur, sum í størsta mun er tengdur at deyða og mansskaða í ferðsluni. Staðfest verður somuleiðis, at týdningarmesta atgerðin til tess at náa málinum, at ongin skal lata lív ella verða álvarsliga skaddur, er at lækka hámarksferðina.


Ferðkanningar hjá landsverkfrøðinginum og løgregluni staðfesta, at hámarksferð valdast. Sanna og óbrótiliga hámarksferðin er hægsta ferðin, ið til ber at koyra við bilinum sjálvum. Og her ræður bilførarin. Trýstir hann á spidaran, so økist ferðin og vandin, sambært kanningum.


Í hesum sambandi hevur plombering verið nevnd sum ein møguleiki til tess at gera tað ómøguligt at ferðast ov skjótt í bili. Staðfest varð í fríggjadagsblaðnum, at ongar tekniskar forðingar eru fyri at fremja hesar avmarkingar, ið sambært lógini ikki eru avmarkingar; koyrir tú skjótari enn 110, so missir tú jú koyrikortið, verður tú tikin.


Jenis spyr Finnboga


Læknin og løgtingsmaðurin, Jenis av Rana, heldur tað vera sjálvsagt, at málið skal kannast.


? Eg arbeiði í løtuni við einum fyrispurningi til landstýrismannin í Vinnumálum, ið umsitur ferðslumál. Spurningurin snýr seg um plombering av motorsúklum, og eg fari sjálvandi eisini at knýta spurningin um bilarnar upp í, sigur hann avgjørdur.


Jenis av Rana ger vart við, at ferðsludeyðin hevur sera stórar avleiðingar fyri nógv fólk.


? Teir mongu sorgarleikirnir í Føroyum eru so ógvusligir, at umframt deyða, hava teir mangan við sær, at beinini snøgt sagt verða tikin undan t.d. mammunum, ið vara av, sigur Jenis av Rana.


Hann heldur tað hava sera stóran týdning at staðfest verður, at bilurin er eitt amboð, og ikki til ítriv. Somuleiðis ger hann vart við, hvussu stórur vandin er fyri at doyggja, ella verða skaddur í ferðsluni í mun til t.d. flogferðsluna.


? Spurningurin um plombering er kærkomin. Og eg haldi hesa avmarkjing vera verda at royna, um bilurin enn kann vaksa um ferðina eins skjótt og hámarksferðin verður sett við lógarmørkini, ið eru galdandi í Norðanlondum. Ongin orsøk tykist vera fyri at lata vera við at fremja málið í Føroyum, sigur Jenis at enda.


Fyrispurningurin frá Jenisi av Rana til Landsstýrismannin í vinnumálum verður væntandi settir um tríggjar vikur.