ES váttar nú, at vandin fyri yvirgangi í Evropa er vaksin í seinastuni.
-Vit vita, at tað finnast álopsætlanir, og at tað er serliga al-Qaeda, sum hevur ætlanir um stórálop, sigur Gilles de Kerchowe, sum samskipar arbeiðið hjá ES ímóti yvirgangi.
Í seinastuni hava fleiri lond ávarað um veksandi vanda fyri yvirgangi í Evropa, og tað er ikki av ongum, sigur Gilles de Kerchowe.
-Vandin er veruligur. Eg haldi ikki, at myndugleikarnir í nøkrum landi høvdu komið við sovorðnum fráboðanum, uttan at grundarlag er fyri tí, sigur hann.
Fyrradagin tók franska løgreglan 12 fólk í Marseille og Bordeaux, tí illgruni var um, at tey kundu hava samband við yvirgangsvirksemi. Samstundis ávaraðu fronsku myndugleikarnir um veksandi vanda fyri yvirgangi í Bretlandi. Fyrr eru líknandi fráboðanir komnar um Frakland og Týskland.