Tað hevur verið óvanliga friðarligt á G! festivalinum í nátt.
Løgreglan sigur, at tey hava bara havt fimm mál at takast við og tað er heilt óvanligt, tí løgreglu-rapportin frá eini nátt á G! hevur mangan fylt fleiri síður.
Tey málini, løgreglan hevur havt at viðgera, hava verið í sambandi við full fólk og onki harðskapsmál er fráboðað.
Talan hevur verið um fólk, sum eru dottin, men tað hava samarittar á staðnum fyri tað mesta tikið sær av.
Løgreglan heldur at tvinnar orsøkir kunnu vera til tað.
Tað var stak vánaligt veður í nátt við vindi og oysregni og tað tekur hugin frá fólki at vera úti.
Men hann heldur eisini, at fyriskipararnir eru rættiliga professionellir og taka sær sjálvir av tí mesta, sum er.
Vakthavandi á støðini í Havn leggur afturat, at samskifti ímillum teir ymsu partarnar hevur verið stak gott.
-Tað hevur alt samalt verið fyrimyndarligt sigur hann.
Alt, uttan veðrið, kunnu vit so leggja afturat, tí, sum sagt, hevur tað verið oysregn við fitt av vindi.
Eisini aðrastaðni í landinum hevur løgreglan havt eina stak róliga nátt.
Tríggir fullir mans eru tiknir upp í Havn, tað er alt, sigur vakthavandi.