Óvanliga góður skúlaflokkur

Skúlin við Løgmannabreyt hevur væl og virðiliga prógvað, at næmingarnir í stórum flokki kunnu fáa góð úrslit

9. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt er liðugur við allar próvtøkurnar, og næmingarnir hava einki at skammast við. Eingin veit um, at nakar flokkur nakrantíð hevur megnað at fingið so góð úrslit. Upp í 10 í miðal í summum lærugreinum, og eitt ótal av 13-tølum.
Summi fólk tala ímóti at hava stórar skúlaflokkar, men hesin flokkurin og skúlin hava prógvað tað øvugta.
Í 9. flokki í skúlanum við Løgmannabreyt eru nevniliga 50 næmingar.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin skúlin hevur 9. flokk.
- Orsøkin er fyrst og fremst dugnaligir lærarar og nærlagdir næmingur, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.
Við skúlaársenda í fjør vóru somu næmingar til vanliga 9. floksroynd fyri at venja seg til royndina í ár.

Sjálvstøðugir næmingar
Høgni Joensen rósar eisini lærarunum fyri at hava dugað at gera undirvísingina spennandi við nógvum verkætlanum og bólkaarbeiði, og næmingarnir hava dugað væl at stuðlað hvør øðrum.
- Til próvtøkurnar fingu allir næmingarnir ovurhonds góð skotsmál, og tað fingu teir eisini fyri verkætlanirnar, sigur Høgni Joensen.
Hann sigur, at próvdómararnir vóru royndir lærarar, og teir vóru eisini ovfarnir av dugnaligu næmingunum.
Næmingarnir sjálvir vóru greiðir yvir, at væl stóð til, men eingin hevði væntað so avbera góð úrslit.
Onkrar verkætlaninir vóru so væl eydnaðar, at tær komu í fjølmiðlarnar.
Tá ið næmingarnir komu aftur úr starvsvenjing, vóru afturmeldingarnar, at næmingarnir dugdu væl at arbeiða sjálvstøðugt.

Góð skipan
- Flokkurin hevur bara alla tíðina góður, líka síðan hann varð lagdur saman í fjør, sigur Bjørg Nolsøe, sum hevur undirvíst hesum flokkinum bæði árini.
Hon sigur, at frá fyrsta degi ráddi ein jaligur andi í flokkinum. Tey settu sær mál fyri.
Við 50 næmingum í flokkinum hevur ongantíð bara ein lærari undirvíst. Tað hava altíð verið minst tveir lærarar, og hetta samstarv millum lærarar hevur eisini givið teimum nakað.
Tá ið nýtt skúlaár byrjar, fara flestu næmingarnir í NámX. Nøkur fara í Hoydalar og nøkur á eftirskúla. Onkur velur at fáa sær arbeiði.
Hetta skúlaár hava umframt 9. flokk 1. til 5. flokk verið stórir. Hinir flokkarnir hava vanliga stødd.