Óvanliga lítil árgangur

Í gjár var innskriving til 1. flokk í skúlunum í Klaksvík, og 54 børn vórðu innskrivað.

- Hatta er tann minsti árgangurin, eg veit um, sigur Símun Petur Hjelm, stjóri í skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Royndirnar eru, at nøkur børn koma aftrat.

Hví so fá børn vóru fødd í Klaksvík í 2006. er ógreitt.

Í fjør vóru samanlagt 72 børn í teimum trimum 1. flokkunum í Klaksvík. Tað vóru tríggir stórir flokkar. Nú verða aftur tríggir flokkar, men við bara 18 næmingum í hvørjum flokki.

Árgangurin, sum fer í skúla næsta ár í Klaksvík, liggur um tey 70.