Óvanligar delfinir lagt beinini

Tað sum upprunaliga var hildið at vera grind, og síðani hvessingar, vísti seg í síðsta enda at vera tað óvanliga delfinslagið við Føroyar, Risso?s Dolphin. Boðað var frá grind um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið. Grindin var sædd út fyri Borðoyavík, og einir 30 bátar fóru at royna at fáa rakstur á.

Tað vísti seg skjótt, at talan ikki var um grind, og menn hildu tað síðani vera hvessing.

Bólkurin var ógvuliga styggur, og skjótt gekk hann í fleiri bólkum. Tað eydnaðist at enda at halda fýra hvalum til, men tann eini slapp út aftur. Tríggir løgdu beinini.

Menn sóu tá beinanvegin, at talan heldur ikki var um hvessing, og eftir eitt sindur av kanningararbeiði varð komið fram til, at talan var um sera sjáldsama slagið á okkara leiðum, ið nevnist Riso?s Dolphin.

Tá hetta var greitt gav sýslumaðurin beinanvegin boð um at gevast við royndunum at halda fleiri delfinum til.

Tær tríggjar Risso?s Dolphins eru fluttar suður til Kaldbaks, har Dorete Bloch frá Náttúrugripasavninum í dag skal kanna tær nærri.

Ein bólkur varð sæddur fyrr í summar í føroyskum øki, men hetta e fyrstu ferð, at Risso?s Dolphins leggja beinini her á landi.