Leitað verður framvegis eftir einum manni í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði, sum varð fráboðað løgregluni í gjáramorgunin.
Ein bilur er farin í Rættargjógv og ein 22 ára gamal maður er funnin deyður á sjónum.
Men ein annar maður er ikki komin aftur í aftur og løgreglan arbeiðir útfrá tí, at hann var við í bilinum.
Leitað varð alla hugsandi staðir í allan gjár, men til fánýtis og tá ið tað varð vorðið myrkt, máttu teir gevast. Leitað varð bæði við froskmonnum, bátum, tyrlu, bjargingarfólki og hundum allastaðni framvið sjóvarmálanum, á sjónum, í haganum og ígjøgnum alla bygdina og aðrastaðni.
Men nú í lýsingini er leitingin tikin upp aftur við vælmannaðum froskmannaliðið og ímeðan tað í gjár varð leitað bæði á sjógvi og á landi, verður leitingin í dag mest miðsavnað um at leita á sjónum og framvið sjóvarmálanum.
Eingi vitni vóru til ferðsluvanlukkuna, so løgreglan veit ikki, hví hon hendi, ella nær hon hendi.
Men bilurin var á veg úr Oyndarfirði og vit hava ábendingar um, at vanlukkan hendi ímillum klokkan 6 og 7 í gjáramorgunin, sigur løgreglan.
Myndin er frá leitingini í gjár, har bjargingarfólk standa við Rættargjógv, har bilurin fór útav.
Sí fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: 50 mans leitaðu í allan gjár Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: Givnir at leita Les eisini: Vanlukka kravt mannalív í Oyndarfirði |