Vanlukkur á sjónum og Óla Jákup á Bakkanum

Hildið verður fram við frásøgnum frá grannlagnum hjá Tróndi í Gøtu. Her hava verið vanlukkur á sjónum, sum hava rakt bygdina meint. Ein áhugaverdur persónur í grannalagnum var eisini Óla Jákup á Bakkanum og hansara ætt

5. partur

 

Lagnudagurin í 1913

 

Í seinasta parti høvdu vit fyrra part av frásøgnini hjá Petur Jakku í Blásastovu, pápi Tórir Thomsen, um hansara fyrsta túr til útróðrar. Í hesum seinna partinum var hann til útróðrar feigdardagin 23. desember 1913:

Vit vóru eisini til útróðrar tann ringa dagin, tollaksmessudag í 1913. Vit róðu suðureftir hendan dagin. Vit egndu um náttina. Tað vóru vánalig líkindir. Barometrið fall skjótt. Tað vóru eisini so grúiligir regnstoytingar. Summir bátar egndu, og aðrir egndu ikki orsakað av líkindunum. Eg var 24 ára gamal, og tað var eg sum dreiv bátin. Vit róðu út eftir móti Mjóvanesi út á Svínoyarfjørð. So fóru vit at seta. Tað var lagaligt, so vit settu tað mesta av línuni. Tá tvær línur vóru eftir, vóru sovorðin køst niður á sjógvin. Tað vóru slíkir stoytingar av regni. Høvdu vit verið eldri, høvdu vit neyvan sett alt. Alt varð tískil sett. Línan stóð nú ikki so leingi. So fóru vit at draga. Hetta gekk bedrøviliga illa at byrja við. Suðurrákið var so mikið hart, og vindurin var so nógvur av landnyrðingi, at vit orkaðu ikki at rógva framyvir línuna. Vit stríddust við hetta tann heila og haldna dagin. Eg minnist, at eg var frammi í skut seinnapartin av dragingini. Tað var nógvur vindur, men tá var suðurrákið burturdottið, so tá gekk væl at draga. Tá bar til at andøva so frægt, at tað kundi komast fram á línuna. So var liðugt at draga, og fisk høvd vit nógv av. Tað var mest sum ov nógv í bátinum. Mann tosaði um bekkfastan bát. Tá var bakskuturin fullur og tað sama var við rúmini har frammi, bógrúmið og tofturúmið. Tá ið línan var komin inn mátti seglið repast. Eg minnist, at eg stóð frammi í skut. Tað var so nógvur vindur, at hann datt til annan kjálkan, og teir fingu hann ikki upp ímóti aftur. Tá so seglið var repað, og blokkurin var niðurflyttur á mastrini, tá varð seglið ákoyrt. Tað var ræðuligt, sum hann sigldi skjótt inn eftir. Tað var so nógvur vindur, at tað gekk eisini nógvur sjógvur á bátin, men seglið bleiv standandi. Tá vit komu inn fyri Lambavík var ljós tendrað i Lamba. Tað var ein gamal maður á bátinum. Hann æt Ísakur. So sigi eg við hann: “Hvat halda tygum Ísakur? Skulu vit fara heim til Lamba ella skulu vit royna Mjóvanes, so vit sleppa inn á Gøtuvík.” Hann helt spakuliga fyri, at tað var betri at fara til Lamba. Men eg var ungur og hevði tó hug at prøva at fara á Gøtu, tí at eystfallið var við okkum. So bleiv gjørt. Vit fóru so eysturum. Vit vóru teir flestu ungir menn. Vit vóru tríggir sum vóru 24 ár, tað vóru tveir sum vóru yngri, og so var tað Ísakur, sum var eldri. Tað gekk bara væl heim við landinum. So róðu vit allan vegin heim við Mjóvaneslandinum, heim fyri Syðrugøtu. Hann var landnyrðingur í ættini. Tá vit komu til Lónna byrjaðu vit hatta versið: Søg dig Jesus...

Ja, so vóru vit komnir at landi. Men tá var einki frætt frá hin­um bátunum. Tey fingu ikki glað jól. Skarðsbáturin, Hvanna­sundsbáturin og Kunoyarbáturin gingu burtur. Vit frætta tað ikki fyrr enn dagin eftir.

Eg skal til seinast prísa og lova mínum Harra fyri alt tað, sum hann hevur verið fyri meg bæði á sjógvi og landi.

 

13 einkjur og 43 børn sótu eftir

Hendan dagin fórust sum nevnt tríggir bátar við tilsamans 19 monn­um. Bert 10 dagar frammanundan var ein bátur úr Svínoy gingin burtur við seks monnum. Tískil gingu 25 mans i Norðoyggjum burt­ur hesar dagarnar. Eftir sótu 13 einkjur við 43 børnum undir 15 ár.

Tað at Skarðsbáturin gekk burtur var endabresturin fyri bygdina á Skarði. Tað var so lítið av arbeiðsførum mannfólki eftir, at í 1919 fóru seinastu fólkini av Skarði.

 

Settu upp á Skarði

Nú vit eru við Skarð kunnu vit endurgeva eina frásøgn frá 1904, tá ið gøtumenn settu upp á Skarði. Frásøgumaðurin er Doreus Jacobsen í Tjørnu­stovu í bókini ”Teir bóru boð í bý” hjá Marius Absalonsen. Doreus greiðir frá:

Um aldamótið var húskallur í Súnastovu í Norðragøtu, kallaður Fredrikkur. Hann var ættaður úr Havn og var í ætt við tey í Gong. Hann var tí kallaður Havnar Frede­rik. Hann var í Súnastovu í eini 50 ár.

Frederik var komin væl til árs, dúgligur og skilamaður, men honum dámdi væl at ráða. Annar norðragøtumaður var í felag við hann og var tað Liða-Dávur. Teir høvdu eitt gamalt fýramannafar, og teimum dámdu væl at hava ungdómar við. Men so fingu teir sær nýggjan bát, eisini fýra­mannafar, og nú løgdu teir eisini meira til. Hesin báturin var so lættur undir árini. Tað var næstan, sum hann gekk av sær sjálvum. Hetta var hósmorgun teir flotaðu. Hendan morgun slapp eg við. Eg var um 12 ár.

Vit damlaðu út við Gøtulíð, løgdu so yvir undir háskúlan í Føgru­líð at stinga fliður. Tá hetta var gjørt, helt Fredrikkur, at vit máttu væl farið inn á Bø, Klaksvík, at fingið fliðurnar loyptar. Sum sagt so gjørt. Vit halda norður við landinum, og so inn um Klakk. Tá ið vit komu inn um Krotugrøvina, sigur Frederik við Liða Dáva: “Set meg á land her, so fari eg niðan til hús at loypa okkum fliðurnar. Far tú inn í handilin og fáa okkum eitt sindur í handan dunkin.”, og so tók hann ein lítlan dunk og rætti honum. Hetta sýntist alt at ganga eftir vild, skjótt var borið at. Fredrikkur kom í bátin við flið­unum, skjýtur frá, og so til árar. Tá ið vit koma út á Pollin, er ein vind­ur lágt, og so settu vit seglið á. Teir gomlu fóru at egna línuna og eg at stýra. Lotið sýntist at fara at trilka, og tað dámdi mær. Hinir báðir leskaðu seg á dunkinum, men høvdu á orði: “Vit skulu ikki drekka ov nógv”. Vit koma so eyst­­ur á flógvan og settu línuna. Men skamm í tað. Tá ið vit løgdu upp ímóti, var nógvur vindur. Vit fóru beinanvegin at draga, men tað gekk ongan veg. Eg var so ung­ur, men var settur at draga og teir at rógva. Tungt var. Tá ið bát­urin setti kom eitt sindur av línuni inn. Hetta tók langa tíð, men at enda var alt innkomið, bæði lína, steinur, standari og kíkar. Alt lá í einum hurlivasa. Eitt sindur av fiski var eisini á, men stundir vóru ikki til at krøkja av. So at sjabba at landi. Tað var bæði tungt og tigandi. Vit strevaðu inn undir eyst­antil á Nakkinum, royndu so at hyggja eftir einaru flatari hellu, har vit kundu taka bátin upp á land og hvíla okkum, men ongastaðni batti.

 

Skyldkonan á Skarði

Tá ið fólk var uppi fríggja­morg­un­in høvdu vit togað okkum suður um bygdina á Skarði, men so komu vit heldur ikki longur. Teir samdust so um, at vit máttu seta upp á Skarði. Glaður var eg. Á Skarði vóru øll á fótum. Spæl var at draga við, tí drátturin var ræðuliga tungur. Konu­fólk og børn gekk runt spælið og drógu, með­an mannfólkið var á bátinum. Tað vóru villigar hendur og væl gekk. Vit fingu turt at fara í og heitt at eta og drekka, men boð fingu vit ikki frá okkum. So fekk eg song og sovnaði skjótt í teim­um ullintu rekkjuváðunum. Tá ið eg var sovnaður, kom ein kona úr einum øðrum húsi at spyrja tey, um hesin drongurin ikki kundi koma inn til teirra at gista. Hon hevði fingið uppspurt, at hon var abbasystir mín, men nú mátti vera sum var.

Tær samdust so um, at eg skuldi vera líka sum ímillum bæði húsini, og so varð eisini.

Abbasystirin var úr Miðstovuni. Hon æt Johanna og var úr Lorvík. Hon giftist í 1852 við Arent Poulsen. Tey vóru barnleys, men tey vóru ikki so fá, sum vuksu upp har ella vóru í húsinum í longri ella stytri tíð. Millum hesi var Jacob Jacobsen úr Tjørnustovu, sum tænti har í 1870, 19 ára gamal. Hann var pápabeiggi Dore­us, Johanna hevur verið mostir Jákup, sum seinni gjørdist kendur sum Gøtu-Jákup í Klaksvík. Synir hansara Jógvan og Kristoffur millum Garðarnar vóru seinni eisini í Miðstovuni at vera. Ein son­ur var Ziska, kendur frá Ernestinu í 1930.

Hetta hevur verið eitt valahús, tí í 1890 vóru trý tænastufólk. Í 1904 var Johanna 74 ár og Arent 84. Hann doyði í 1908.

Fríggjadagin gjørdist einki, og leygardagin var ikki mætari. Tá vóru óráð at loysa bát. So kom sunnumorgunin. Tá var hann komin lágt aftur, og tá var farið. Tá vit komu suður um Gøtunes, høvdu vit seglið á.

Heima var øll vón burtur um at síggja okkum aftur her á fold. Syðrugøtufólk vóru á veg til messu í Norðragøtu, har ímillum tveir mammubeiggjar mínir. Nú síggja tey bát við segli úti á Nesinum. Straks birtist vónin, og vónin var til vissu, sum báturin nærkaðist. Tað var ein minniliga løta, tá øll hittust.

Her kann verða skoytt uppí, at mammubeiggjarnir hjá Doreus vóru Petur Pauli, Mikkjal og Jógv­an í Barbustovu.

Doreus flutti ungur til Vágs og doyði í 1992, 100 ára gamal.