Vanlukkur í Suðuroy 1914-24: Elspa í Hovi misti tveir menn og fimm børn

Hjá fólki í dag ber als ikki til at skilja hesi hóttafall, sum hendu fyrra partin av sein­astu øld. Serliga tí er tað umráðandi, at hetta ikki verður gloymt. Ikki minst fyri tey ungu í dag, sum eiga at vita, at teirra vælferð ikki er ein sjálvfylgja

4. partur

 

Minnisvarðavígsla við kongi sum talara

Í 2. parti greiddi Sunneva Niclassen frá um minnisvarðan á Tvøroyri. Elin Mortensen, ættað av Tvøroyri, hevur í bók síni Heimbygd mín Tvøroyri skrivað um tíðina, sum henda greinarøð viðvíkir. Hon greiðir eisini frá minnisvarðanum í bygdini. Hon skrivar millum annað:

Tiltiknu vanlukkuárini 1920-1924 høvdu volt ómetaliga sorg og trega um alt Føroya land, eina­mest í Suðuroynni, har tríggj­ar sluppir av Tvøroyri gingu burtur, og eingin maður spurdist aftur.

Sorgin og neyðin hesi vanlukku­ár var nívandi, samfelagið varð alt rakt. Hóast roynt varð at veita eina hjálpandi hond, var ikki gjørligt at bøta um sorgina og saknin. Men ikki skuldu hesi vanlukkuár gloymast. Heldur ikki teir, ið sjólótust í stríðnum fyri at lívbjarga sær og sínum. Nøvn teirra skuldu varðveitast og ærast, komandi ættarlið skuldi minnast teir. Ætlanin at seta teimum ein minnisvarða varð longu ein veruleiki í 1925, árið eftir, at General Gordon var farin.

Ein nevnd við monnum úr teim­um ymisku bygdunum, sum høvdu mist sínar sjómenn, varð sett at fyri­reika arbeiðið og at útvega pening til hetta endamál. Væl varð tikið ímóti, fólk vildu fegin stuðla, og sum frá leið, vóru savnaðar saman yvir 3.000 krónur. Hetta var nógvur peningur tá.

Eitt dømi um ein av teimum góðu stuðlunum var hovmeistarin á Tjaldrinum, danin Poschman, sum gav fruktkurvar, kransakøku, konfekt og ymiskt góðgæti til eina uppboðssølu fyri hetta enda­mál. Hann var kendur sum ein góður føroyavinur.

Leitað varð fyrst eftir einum hóskandi steini í Suðuroy. Men tá ið hetta ikki eydnaðist, varð farið norðureftir. Á Veðranesi var frálíkt grót til slíkt endamál. Bóndin á Selatrað, Óli Carl Petersen, kom sjálvur við út í hagan at leita. Teir funnu eisini rætta steinin.

Hannn varð førdur suður, og tá fór steinhøggarin Óli Arge, umrøddur her í blaðnum seinasta hósdag, til verka.

Jógvan Waagstein, lærari og listamálari í Havn, hevði gjørt uppskot til sjálvan minnisvarðan og til innskriftina.

Longu á vári 1926 var hetta stóra arbeiðið liðugt. Nú skuldi steinurin flytast niðan á Torv­heygg. Her fór hann at síggjast væl bæði úr bygdini og av sjónum.

Steinurin var 3 metrar høgur og vigaði um 1,5 tons. Hann varð lyftur upp á ein vogn við hjólum, og hálvt hundrað mans fóru nú dragandi við honum eftir vegnum.

Hann var so settur upp av Johan Mortensen, hjá Dánjali, og Albin Åkesson.

 

Kongur við til vígsluna

Minnisvarðin skuldi vígast sunnu­­dag­in 6. juni. Hendan dag­in komu Kristian 10. og Alex­andrina drotn­ing til Tvøroyrar á síni Føroyaferð. Sólin skein frá morgunstundini, og dýrd var á vík og vág. Neyvan hevur verið størri fjøld á Tvøroyri, sum hendan dagin.

Tá ið kongshjúnini vóru kom­in saman á Torvheyggi, talaði Herluf Thomsen vegna fyrireikingar­nevndina av flaggprýdda røðara­pallinum. Hann heitti á øll um at varðveita hetta stað, at tað kundi liggja friðhalgað allar tíðir vígt minninum um allar teir sjómenn, ið sigldu út av Tvøroyra fjørði og ikki vunnu leiðina heim aftur.

Jovina Christiansen, ið hevði mist elsta son sín, Clæmint, átjan ára gamlan, við General Gordon avdúkaði minnisvarðan. Tað var ein kenslusom og hátíðarlig løta, tá ið svarta klæðið, ið hevði hult steinin, spakuliga varð tikið niðurfrá.

Á steininum var gyltur krossur høgdur í myrku basaltsúluna. Niðanfyri var akkersmynd, har innskriftin var sett rundan um, eisini við gyltum bókstavum: TEIR SJÓLÓTUST FYRI FØÐILANDIÐ.

Niðast á steininum var skrift­orðið úr Johannesar Evangelium:

Ingen har større Kærlighed end denne, at han sætter sit liv til for sine Venner.

Í djúpu kvirruni, ið valdaði hesa løtu, vóru tað einstøk fólk, ið hoyrdu eitt løgið ljóð uppi í erva, eitt suð í loftinum, ein brúsan sum av veingjum. Tey hugdu upp men sóu einki. Fleiri hugsaðu, ar hetta mundi vera Guds einglar, ið sveimaðu uppi yvir.

Sungin varð sálmurin ”Der er et særligt Glædens Hjem.” Síðan talaði Gulak Jacobsen, prestur. Aftaná vígsluna var “Dejlig er Jorden” sungin.

So talaði kongur kenslusom orð um sjómannin og hansara vandafulla starv, og at enda takkaði hann fyri móttøkuna og ta vælvild, ið var sýnd teimum hendan dag.

Sunneva, dóttir skiparan á Gener­al Gordon var nú blivin fimm ár, og hon var eisini tilstað­ar saman við mammuni og systrunum.

 

1920 var eitt

ræðuligt ár

Vit koma aftur til 1920. Inntil nú er greitt frá trimum skipum, sum gingu burtur hetta ár, Kristina, Helena og Karen. Men í november er aftur eitt skip sum ferst, og tað er Puritan úr Havn. Um hetta skrivar Dimmalætting:

 

Kutter Puritan forlist

Atter er en af vore Fiskekuttere blevet Havets Bytte og nogle af vore raskeste Sømænd har fundet Døden i Bølgerne.

I Torsdag modtog Puritans Reder C.C. Johansen her i Byen telegrafisk det Sorgens Budskab, at Kutteren er forlist ved Hebriderne og 6 Mand af Besætningen omkomne.

Da Efterretningen om denne alvorlige Ulykke blev almindelig kendt her i Thorshavn fremkaldte det overalt den oprigtigste Sorg, og Flagenes hejstes paa halv Stang.

De nærmere enkeltheder ved dette Forlis kendes ikke endnu. Man ved kun, at to af de ombordværende, nemlig Motorpasser Sofus Jacobsen og Landfogedfuldmægtig Hans Jacobsen, der var med som Passager, blev reddet mens de andre omkom.

Puritan var et nyt Skib, indkøbt i Sverrig i fjor og forsynet med Motor. Skibet førtes af Kapt. H.P. Olsen (Palli á Lava), 38 aar og Kapt. Chr. Joensen (Kristian í Árnafirði), 44 Aar var med som Bedstemand. De to er af vores allerdueligste Sømænd og driftigste Fiskeskippere, der her er gaaet bort. H.P. Olsens 17 aarige Søn Jacob Olsen var med paa Turen, det var hans første Tur tilsøs, og han er omkommet sammen med Faderen. En ung rask Thorshavner, Peter Guttesen, 29 Aar. og to raske Fiskere fra Nolsø, Ole Hansen, 29 Aar, og Hans P. Danielsen, 26 Aar er ligeledes forulykket.

Puritan afsejlede herfra til Fleetwood med en Ladn­ing Salt­fisk og ankom til Bestemm­elses­stedet efter en Rejse paa ca. 3 Uger. Paa Hjemrejsen er skibet blevet Offer for den frygtelige Orkan, om hvilken vort Telegram i Dag meddeler.

 

62 fórust á sjónum

Við hesum fýra skipum fórust 54 mans í 1920. Við bátavanlukkum kom samlaða talið av sjólátnum upp á 62 hetta ár. Hetta var tað størsta talið av umkomnum á sjónum, síðan vit fingu havfiskiskap.

Fólkatalið er í dag um dupult so stórt sum tað var tá. Hetta merkir, at í dag hevði hetta svarað til einar 125 mans í besta aldri, sum fórust eftir einum ári. Vit kunnu ikki skilja tað, og hetta var eisini sera ringt hjá fólki tá at skilja.

Hetta sæst eisini í eini grein sum Dimmalætting skrivar sjálvan nýggjársaftan 1920:

 

In Memoriam

I den store og stille Time, hvor det gamle Aar dør, og det ny fødes, samler vi os og ser tilbage over dets Tidsrum, der nu er svundet og nu er Historie.

Nytårsnat gør vi vort Regnskab op for det svundne Aar, nogle af os maaske med Glæde og Stolthed, andre i Sorg og Bekymring for Fremtiden. Men mon ikke i Aar selv den gladeste af os vil sende en Tanke til alle dem, der sidder rundt i Hjemmene og begræder Tabet af en Fader, en Broder, en Søn, hvem de i det gamle Aar saa for sidste Gang.

For vore Øer blev 1920 jo mest af alt Ulykkernes Aar; saa frygtelige som vel ingensinde før har de ramt den Stand, vore Fiskere, hvis Lod er paa det rige, men ubarmhjertige Hav at hente Rigdomme i Land til vore Øer. Vort Hjerte krymper sig ved Tanken om de mange, mange, der kæmpede deres sidste fortvivlede Kamp mod de rasende Elementer i den til Undergang viede Skude, alle dem for hvem Stormens Hyl og Havets Tordnen blev deres Dødsmesse, hvis sidste Raab kvaltes i Braadssøens kvælende Vandmasser. Lys der sluktes – unge Liv standset midt i deres Løb af en grusom Skæbne! Vi ved, at de til sidste Sekund med hver Fiber spændt til det yderste har kæmpet en forbitret og frygtløs Kamp mod Undergangen, mod Overmagten, har kæmpet for Liv og Hjem og Fødeland. Vi ved, at de har taget mod Sømandens Daad som Mænd – som Færinger.

Lad os da rejse dem de skønneste af alle Mindesmærker, nemlig den trofaste Bevarelse af deres Minde; ikke alene dem, der sidder tilbage, skal bevare Mindet om dem, men hele det færøske Folk skal mindes dem i Taknemlighed og Beundring, thi de døde for deres Land saa godt som nogen Soldat paa den blodvædede Slagmark.

Havet er vor store Krigergrav.

 

Skaðagrindin í Sandvík í 1915

Tann 13. februar 1915 hendi ein annar skakandi tilburður í Suðuroy. Hetta var tá ið fjúrtan mans lótu lív í skaðagrindini í Sandvík í 1915.

Tíðliga fyrrapartin komu grindaboð til Hvalbiar úr Sandvík. Menn fóru væl mannaðir til gongu úr Hvalba til Sandvíkar.

Landsynningsaldan var síð á Sandvíkini henda dagin, men roynt var at halda grindini til við 8 bátum.

Í fyrstu royndini komu 30-40 hvalir upp á land. Men nú kom grindin sær út um bátarnar.

Væl av fólki, grindamonnum, konufólki og børnum eygleiddu teir 8 bátarnar, ið royndu at fáa grindina inn ímóti aftur.

 

Ógvuslig grunnbrot

Tá løgir vóru - varð stungið, og tað eydnaðist at fáa væl av hvalum upp á sandin.

Men nú tóku ógvuslig óløgi seg upp. Tað breyt tvørtur um alla Sandvíkina. Fimm bátar vóru tá staddir uttanfyri og tríggir innanfyri óløgini.

Tveir bátar komu í sjálva holingina, t.e. stór kulla í meldurstreymi.

Bátarnir lógu stavnrætt ímóti, men grunnbrotini vóru so brøtt, at teir fóru eftir endanum, fyltust og holvdust.

Tann triði báturin var nakað innari, og kom ikki í holingina. Hesin báturin bjargaði sær út um brotini í øllum góðum.

Men nú var bara hugsað um at bjarga teimum, sum verið høvdu í teimum tveimum bátunum, sum vóru hálvdir.

 

Ein maður bjargaðist

Men tað var lættari sagt enn gjørt. Tað eydnaðist bert at bjarga einum manni Petur í Køkini, sum misti ein son.

Petur byrjar bræv dagfest 14. februar 1915 (dagin eftir vanlukkuna) við hesum orðum:

Det er med megen sorg, at jeg skriver dig disse linjer. Vi har i går mistet vor dejlige søn (Niels Peter Joensen) i en grindedræbning i Sandvík. Der var så megen brænding, at to både kæntrede, 9 mand i den ene og 6 i den anden.

Jeg selv var med og den eneste, som blev reddet. Det kan jeg ikke selv forstå, hvordan det gik til, at jeg blev reddet.

Jeg var flere gange løs fra båden og langt nede, men fik stadig fat i ham igen.

Efter længere tid kom en båd mig til hjælp.

Du må ikke tro, at jeg var bare glad for at blive reddet. Det var kun for Marianes (kona hansara) og døtrenes (Kristianna og Johanna) skyld.

Min broder Hans døde også.

I alt 14 unge mænd og drenge som Peter. Det er en utænkelig sorg, både ude, hvor han plejer at arbejde og ikki mindst hjemme.

 

Hesir umkomust

í skaðagrindini

 

Úr Sandvík:

· Joen Jacob Frederik Petersen, 26 ár.

· Elias Petersen, 20 ár.

· Jacob Danielsen, 22 ár.

· Niels Pauli Olsen.

 

Úr Hvalba:

· Hans Pauli Holm, 30 ár.

· Jens Pauli Midjord, 27 ár.

· Just Alexander Hammer, 27 ár.

· Christian Fredrik Sofus Joensen.

· Jens Pauli Niclasen, 22 ár.

· Daniel Pauli Holm, 27 ár.

· Niels Peter Joensen, 16 ár.

· Michel Nattestad Nordberg, 16 ár.

· Johannes Andreas Hammer, 17 ár.

· Ole Michael Nielsen, 14 ár.

 

Robert Miller

Greitt hevur verið frá um Robert Miller í greinunum vit hava havt í samband við Andreas Djurhuus úr Porkeri. Men stutt kann sigast at Robert Miller fór av Havnini 13. mars 1914, fyri júst 95 árum síðani, men einki frættist aftur frá teimum. Manningini var:

 

Porkeri

· John Danielsen, skipari, 22 ár

· Petur Hans Djurhuus, 16 ár,

 

Sumba

· Jákup Thomsen, 34 ár

· Niels Sofus Thomsen. 26 ár, bestamenn og brøður

· Mikkjal Havstein Beck, 26 ár

· Jóan Pauli Vestergaard, 26 ár

· Jóhannes Vestergaard, 27 ár, brøður

· Tummas Vestergaard, 27 ár

 

Hov

· Hans Pauli Luid, 15 ár,

 

Vág

· Jóan Petur Petersen, 22 ár

· Ísak Mikkelsen, 52 ár, ættaður úr Víkarbyrgi.

 

 

-----------------------------

 

 

 

Vanlukkur og hjálpsemi í Hovi

 

Hesin partur verður um Hov, sum varð hart rakt, tá ið Karen fór, men eisini árini frammundan. Hetta er eisini ein søga um ta umsorgan, fólk høvdu fyri hvørjum øðrum

 

Hóast tað er so long tíð liðin, ber framvegis til at greiða frá, hvussu tað gekst hjá summum av heimun­um, sum mistu. Framvegis er børn hjá teimum, sum fórust, á lívi. Tey, sum eru farin, eiga so aftur børn, sum kunnu greiða frá út frá tí, sum teimum sjálvum er fortalt.

Ein av teimum, sum gekk burtur við Karen var Johannes Olaus Nicolaj Hofgaard. Lávus, sum hann var kallaður, var føddur 11. Juni 1874, og gjørdist tískil 46 ár. Hann giftist 28. oktober 1899 við Susanne Maria f. Danielsen, sum var fødd 7. oktober 1874. Ommudóttir hennara Hansina Hammer Olsen, kallað Goje, búsitandi í Syðrugøtu, hevur greitt frá umstøðunum hjá teimum.

 

Trina lekti tað, sum læknar ikki kláraðu

Fyrst kann vera nevnt, at Susanna var dóttir Jaspur Danielsen og Katrinu i Meiðlendi. Trina var ein serstøk kvinna, eitt rættuligt konubrot. Serliga var hon kend fyri sítt læknakynstur. Hon grøddi slík, sum til fánýtis gingu til lækna. Dømi er um mann, sum fekk at vita frá læknanum, at armurin mátti takast av. Hetta vildi verið ein vanlukka fyri mannin. Tískil fór hann til Trinu, og hon lekti hann. Tá ið maðurin seinni hittir læknan, undrast hann yvir, at maðurin framvegis hevur báðar armarnar. Læknin fær at vita, hvør ið hevði lekt mannin, og hann meldar Trinu fyri ólógligt læknavirksemi. “Nei, eg gjørdi ikki annað enn at hjálpa teimum, sum komu til mín,” og hon varð eisini fríkend. Tað kundi verið nógv skrivað um Trinu, og tað fer kanska eisini at verða gjørt.

 

Lávus náddi ikki at síggja seinasta barnið

Lávus og Susanna Maria fingu skjótt sjey børn. Tað vóru tvey og trý ár millum teirra. Men í 1919 verður Susanne Maria aftur við barn. Tað er um reppið, um maðurin er farin avstað, áðrenn hon skal eiga. Men tað klárar hann ikki. Lávus fer avstað 16. juni, og Susanna Maria eigur fimm dagar seinni, tann 21. juni. Lávus kemur tískil ongantíð at síggja dóttrina. Ein pápabeiggi hansara Dánjal Jákup Hovgaard var eisini við Karen, og hetta gjørdi vanlukkuna fyri húskið enn størri.

Seinni verður so staðfest, at eingin pápi kemur aftur. Gentan verður uppkallað eftir báðum foreldrunum Laura Susanne, og hon er tað einasta av systkjunum, sum enn er á lívi. Mamman var 46 ár, tá ið hon fekk hana. Tað varð sagt, at tað vóru tríggjar “gamlar” mammur í Hovi, og tær vóru allar brandar.

Tað var sera lítið av hjálp at fáa, serliga um jørð var í húsinum. Sýslumaðurin kom at kanna viðurskiftini, og hann metti, at tey vóru ov væl fyri til at kunna fáa hjálp, tí tey áttu ov nógva jørð! 11 gyllin vóru í húsinum.

Beiggi Lávus, Danjal, kallaður Danjal í Smiðjuni, kempaði alt hann kundi fyri børnini, men til fánýtis. Annars søgdu børnini, at tey komu ongantíð at mangla nakað. Tað munaði væl, tá ið elsti sonurin Magnus fór til sjós og legði sína inntøku til húsið. Ein dóttir hansara er Sólva, gift við Atla Dam.

Einasta hjálp tey fingu var ein 50-krónuseðil, sum kom sendandi frá prestinum Grøn í Kvívík.

Tað var skjótt, at vanlagnan aftur vitjaði hetta hús. Tann 23. oktober 1925 doyr Susanna, 51 ára gomul. Tveir dagar seinni doyr dóttirin Katrina, sum var uppkallað eftir ommuni. Tær fóru báðar til gravar sama dag og fóru í somu grøv.

Hetta var hart fyri børnini. Hildið var, at tað var ringast fyri tey, sum vóru so stór, at tey skiltu rættuliga, hvat tey høvdu mist. Maria, mamma Goje, segði, at eingin kom yvir at missa mammuna sum ung.

 

Pápabeiggin tekur um endan

Nú vóru bæði foreldrini deyð, og yngsta barnið var fimm ára gamalt.

Tá hendi tað sjáldsama, at tann sum tók húsið uppá seg var Danjal, ógifti beiggi Lávus, eisini kallaður Beiggin. Tað hevði altíð verið sera góð viðurskifti teirra millum.

Danjal arbeiddi tá á bedingini á Tvøroyri. Lønin var 24 oyru um tíman. Hetta var ikki nógv. Eina ferð fóru teir í verkfall. Tá komu 2 oyru uppá tímalønina! Men hóast hesa lítlu løn keypti hann fleiri gyllin í jørð.

Danjal var ein hegnismaður, dugdi at umvæla alt møguligt, og tók hond í har sum tað tørvaði.

Goje minnist, at hann var hvønn einasta dag inni hjá teimum, táið hann var blivin gamal. Hann greiddi ofta frá umstøðum í gomlum døgum. Øll virdu hann. Hann læs meira enn tey flestu. Tá Njarðlingur kom úr Danmark var eitt bókaskáp umborð. Har vóru allar millum aðrar bøkur allar Frembøkurnar. Hann las tær allar. Hann var ein sera vitandi maður, eisini um tað, sum var frammi í tíðini.

Á Tvøroyri búði hann hjá Agnas, ið tók ímóti logerandi. Har búði Petur Mohr Dam eisini tá. Teir tosaðu nógv um politikk, eisini um ellis­rentu. Danjal spurdi, hvør ið skuldi gjalda ellisrent­­una. Hann kundi snøgt sagt ikki skilja, at tað skuldi bera til at fáa pen­ing fyri einki at gera.

Dam peikaði á børnini á gólvinum og segði, at hesi skuldu gjalda! Hetta ljóðaði merkiligt tá, men gjørdist skjótt almenni politikkurin. Sjálvur vildi hann ikki taka ellisrentu fyrr enn hann var 70 ár, hóast hann kundi fingið hana fyrr.

Tá ið Danjal var blivin gamal helt hann, at hvørt orð, Petur Mohr Dam hevði sagt var gingið í uppfyllilsi, og hann gjørdist javnaðarmaður um ein háls.

Danjal var vinmaður við øll tey, har hann búði á Tvøroyri. Alt sítt lív hevði hann samband við Volmar Bech úr húsinum hjá Agnes.

Hetta má sigast at vera eitt einastandandi avrik hjá einum einsamallum manni at taka eitt slíkt hús uppá seg. Hann dugdi alt, og húsið var so væl passað, sum nakar kundi gera tað.

Øll børnini vóru sjálvsagt góð við hann, og hann doyði út hjá fosturdótrini Marin Elisabeth.

Táið hann fylti 90 ár varð nógv gjørt burtur úr degnum, millum annað við at bjóða kransakaku. Tey hildu tá fyri við Danjal, at kransakøku hevði hann ikki fingið fyrr! Jú, hann hevði verið í brúðleypi hjá kenda bakaranum í Havn, Andreas í Horni f. 1874 og hevði fingið kransakøku tá. Hetta var í 1900. Men slíka hevði hann ikki sæð síðan tá. Andreas hevði nevniliga rimmar brúðleyp bæði í Havn og í Øravík, haðani kona hansara Jacobina var ættað.

Tað var annars tað sjáldsama við hesum børnum, at tey øll búsettust í Hovi. Hetta man Danjal eiga sín part av æruni av.

 

Fýra brøður doyðu á sjónum

Ein annar sum fórst við Karen var tann 36 ára gamli Niels Tausen, giftur við Onnu Malenu, og sum doyði frá trimum døtrum. Tann yngsta livir enn. Hetta er Nathalia Tausen, sum hevur verið jarðamóðir eitt langt lív.

Her kann verða vert at nevna lagnurnar á sjónum hjá trimum av brøðrunum hjá Niels, sum eisini fórust á sjónum.

Ein beiggi var Jaspur Tausen, sum giftist til Eiðis. Hann var við Florence í 1928, tá ið saman­stoytur var við eitt annað føroyskt skip. Samstundis varð stóri báturin á Florence oyðilagdur.

Jaspur hevði sum bestimaður verið við til at biðja fólkið, og millum hesar var ein eldri eiðismaður, Marius, sum var vinmaður hansara. Florence fór at søkka, og eftir var bert tann minni báturin, har tað bert rúmaðust 10 av teimum 17 monnunum umborð.

Jaspur var í fyrsta umfari komin í bátin, men sum yvirmaður helt hann tað ikki vera hóskandi at blíva bjargaður, meðan hansara vinmaður, sum hann sjálvur hevði biðið við, druknaði. Jaspur tók tá tað einastandandi stig, at fara upp aftur á søkkandi skipið og bað Marius taka sítt pláss.

Jaspur druknaði sostatt frá konu og seks børnum, bert 35 ára gamal. Hetta má sigast at vera ein einastandandi hending. Ein langabbasonur hansara er annars kendi svimjarin Pál Joensen.

Ein beiggi var Martin Tausen. Hann tók skiparaprógv í 1935. Í 1949 lat hann Saksaberg byggja.

Hann gekk burtur við einum íslendskum báti í 1964, 59 ára gamal. Lívið hevur ikki verið lætt hjá teimum. Mamman doyði, tá ið børnini vóru smá.

Undir krígnum sigldi hann so gott sum alla tíðina til Onglands við fiski. Hann fekk orð fyri at vera nervasterkur sum fáur.

Sjálvur misti Martin eisini konuna, tá ið yngsti sonurin var heilt lítil.

Henrik var føddur í 1899 og tók skiparaprógv í 1920. Í 1929 og 1930 førdi hann Johannu. Hann fórst við Grasinum í 1943.

 

Vanlukkan í 1907

Hov hevur verið sera hart rakt av vanlukkum á sjónum, serliga árini 1907-1920. Í 1920 fórust fimm mans við Karen. 1914 fórust John Danielsen og Hans Pauli Luid við Robert Miller, Hans Pauli Midjord gekk burtur við Norðstjørnuni i 1910 og Niels Anthonius Smidth sló út av Falkinum í 1909.

Men tann ræðuligasta vanlukkan hendi 15. mai 1907, tá ið átta menn og dreingir úr Hovi druknaðu.

Dimmalætting skrivar um hesa vanlukku, at farið var við einum fýramannafari av Hov til Tvøroyri eftir einum kalva hjá trimum av manningini við Carl, sum eisini vóru við bátinum.

Veðrið var gott á morgni, men út á dagin ilskaðist tað. Tá ið báturin skuldi fara aftur til Hovs klokkan fýra seinnapartin, var rættuliga illfýsið. Hetta saman við tí, at báturin var tungt lastaður av fólki og førningi man hava elvt til vanlukkuna. Dagin eftir varð báturin funnin brotin saman við einum líki sunnarlaga í Hovsvíkini.

Teir sum fórust vóru:

· Johan Olaus Nicolai Hofgaard, nevndur Lávus uppi í Stovu, 36 ár

· Hans Jacob Thomsen, Hans í Gloppinum, 27 ár

· Joen Pauli Eliesar Bech, 11 ár

· Poul Nicolai Midjord, 9 ár

· Danjal Johannes Ziska Hammer, 30 ár,

· Thorer Mikal Nattestad, 18 ár

· Johan Nattestad, 15 ár

· Joen Pauli Nattestad, 13 ár

 

Eftur Dánjal Johannes Ziska Hammer sótu einkjan Elspa i Trøðini og 3 børn í aldrinum 3-11 ár. Fyrri maður Elspu doyði 12 ár frammanundan, og nú misti hon eisini triggjar synir frá fyrra hjúnarlagnum. Hetta vóru teir dreingirnir, sum itu Nattestad. Pápin var úr Miðvági. Seinni doyði ein fjórði sonur, Niels Pauli. Hetta var í 1922, tá ið Carl varð ásigld av eingilskum trolara við Vestmannaoyggjarnar og fekk stóran skaða. Niels Pauli lat lív í hesi hending. Niels Pauli var kendur fyri at duga so sera væl at syngja.

Nú átti Elspa tríggjar døtur eftir. Ein teirra Karin Elisa doyði 25 ára gomul frá tveimum smá­um børn­um. Sigast kann, at Elspa sjálvt eftir tátíð­­ar um­støð­um hevur havt eina skakandi lagnu.

Eftir Johan Olaus Hofgaard sótu trý børn eftir, tey vóru 3-6 ár. Konan doyði árið frammanundan, so nú vóru hesi børn foreldraleys. Børnini máttu fara aðra staðni at vera. Omman, sum var eftir í húsinum, var blind, so hon fekk einki gjørt. Daniella fór Oman Lon í Hovi og giftist við Magnus Johansen á Strondum. Dalli fór at vera hjá Susannu og Lávus og kom at vaksa upp saman við teirra børnum. Dalli giftist við Karin Elisu hjá Elspu. Hann kom tískil í ungum aldri at missa foreldur, fosturforeldur og konu.

Johanna giftist á Tvøroyri við Johannes Djurhuus ættaður av Selatrað.

Hjá Hans Jacob Thomsen sótu trý børn eftir. Kona hansara var deyð í februar sama ár. Børnini fóru tískil til ætt í Hovi at vera. Ein dóttir Elisabeth giftist við Johan Danbjørg.

Dimmalætting veit eisini at siga, at nakrir av monnunum vóru tryggjaðir í danskari trygging fyri fiskimenn, meðan aðrir ikki vóru tað.

Í nevnda tíðarskeiði doyðu 17 menn og dreingir á sjónum í Hovi. Hetta hevur rættuliga munað í so lítlari bygd.

 

Partur av søguni

Nú er komið til endan av hesi røð. Hon gjørdist drúgvari enn ætlað. Fyrst var ætlanin bert at skriva um, at 85 ár vóru liðin síðan General Gordon gekk burtur í 1924. Men tað fall tá náttúrligt at umrøða tær vanlukkur, sum høvdu verið árini frammanundan eisini. Hetta er millum annað gjørt við skrivligum keldum og so eisini munnligar keldur, sum prátað hevur verið við í samband við hesa røð. Tøkk skulu tey øll hava fyri tað.

Hesar vanlukkur kostaðu úti við 80 monnum lívið, nógv teir flestu suðringar. Hetta er bert ein lítil partur av okkara lagnusøgu.

Tíverri er nóg mikið av tilfari til nýggjar frásagnir um líknandi hendingar.

 

Manningin á Helenu

Í seinasta parti høvdu eina mynd av manningini á Helenu, sum gekk burtur í 1920. Vit høvdu eisini nøkur nøvn. Eitt var skeivt. Har tað stóð Poul Michelsen skuldi sjálvsagt standa Mikkjal Michelsen, sum var skipari. Vit hava fngið tvey nøvn afturat. Maðurin í ovasta raðnum nr. 2 frá høgru er Jens Sigvard Ingvald Mikkelsen. Maðurin uttast t.v. í miðraðnum er beiggi hansara Johan M. Michelsen. Vit vilja fegin frætta um fleiri nøvn

 

 

Komandi partur

Komandi tvær Miðvikurnar

verða um Dánjal

á Hvítanesi