Vann teinin og gulu troyggjuna

Julian Alaphilippe fekk í posa og sekk - hann vann dagsins tein í Tour de France og sleppur eisini í gulu troyggjuna.

2. teinurin í ársins Tour de France varð súkklaður í franska býnum Nice í dag, har 186 kilometrar skuldu leggjast afturum á einum teini, ið var flokkaður sum ein hálvur fjallateinur.

At talan var um ein hálvan fjallatein merkti at norski sprintarin, Alexander Kristoff, sum eftir sigurin í gjár súkklaði í gulu troyggjuni, mátti geva hana frá sær aftur. Sum væntað var tungi sprintarin ov tungur og mátti sleppa feltinum lutfalsliga tíðliga á teininum.

Tá ið fáir kilometrar restaðu í streyk Julian Alaphilippe (Deceunick - Quick-Step) avstað, og hann fekk Marc Hirschi (Team Sunweb) og løtu seinni eisini Adam Yates (Mitchelton - Scott) afturat sær.

Teir tríggir samstarvaðu nóg væl til at teir skuldu spurta um sigurin. Adam Yates kom ikki reiðiliga við, og sum væntað var tað Alaphilippe, sum vanliga stendur seg sera væl í finalum, sum fór fyrstur um málstrikuna - tó í harðari kapping við tann bara 22 ára gamla Marc Hirschi úr Sveis.

Hetta var fimti teinurin, sum franski Julian Alaphilippe vinnur í Tour de France. Hann vann ikki bara teinin, men eisini ta gulu troyggjuna, sum hann tískil fer at súkkla í á triðja teini í morgin, sum er ein flatur 198 kilometrar langur teinur úr Nice til Sisteron.


Tour de France topp 5 - samlaða støðan eftir 2. tein

1. Julian Alaphilippe (Deceunick - Quick-Step) - 8:41:35

2. Adam Yates (Mitchelton - Scott) + 0:04

3. Marc Hirschi (Team Sunweb) + 0:07

4. Sergio Higuita (EF Pro Cyckling) + 0:17

5. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:17