Formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, hevur higartil ikki viljað svarað, um hann hevur tikið kokain í síni tíð sum politiskur leiðari.
Men í kvøld viðgongur Vanopslagh í einum uppslagi á Facebook, at tað er hent.
– Jú, eg havi roynt at tikið kokain fyrstu tíðina sum floksformaður.
– Tað er hent eina ella tvær ferðir í mesta lagi í veitslum - og sjálvandi ongantíð meðan eg var til arbeiðis, skrivar hann.
Alex Vanopslagh leggur dent á, at eftir at hava verið raktur av strongd í 2020, hevur hann broytt sítt lív.
Hann hevur broytt kost, venjing og svøvnmynstur - og sambandið við rúsevni og rúsdrekka.
– Síðani eg fór ígjøgnum mína stresssjúku, havi eg ikki nortið við annað enn eitt glas av víni, skrivar Vanopslagh.
Alex Vanopslagh hevur áður sagt, at hann sum ungur brúkti kokain í sambandi við veitslur.
Og hann hevur eisini áður talað fyri, at kokain skal fáast til keyps á apotekinum. Men mikudagin greiddi hann frá í DR-podcastinum "Genstart", at hetta ikki longur er politikkur floksins.
Fríggjadagin vildi Ekstra Bladet hava at vita, um Vanopslagh hevði brúkt kokain, eftir at hann gjørdist floksformaður, men hann vildi ikki svara.
Heldur ikki tá hann varð spurdur sama spurning í dag í P1 Morgen.
Og Vanopslagh heldur framvegis, sambært sínum uppslagi á Facebook, at tað er "privat og transgressivt", og hann óttast eisini, hvussu fjølmiðlarnir fara at handfara málið.
– Men eg skal eisini hava álit á, at danir kunnu døma meg fyri tann, sum eg eri í dag, skrivar hann.
Alex Vanopslagh gjørdist floksformaður í Liberal Alliance eftir fólkatingsvalið í 2019, tá Anders Samuelsen legði frá sær.
Hann førdi flokkin til besta valúrslit nakrantíð í 2022 við 7,9 prosentum av atkvøðunum og 14 fólkatingsumboðum.
Meiningakanningar hava higartil víst, at LA fær eitt enn betri val hesaferð.
Flokkurin stóð í nýggjastu kanningini hjá Voxmeter frá seinasta fríggjadegi at fáa 12,1 prosent av atkvøðunum og 21 sessir.
Tað fer at gera Liberal Alliance til størsta borgarliga flokk. Vinstri hevur higartil kunnað prýtt seg við tí heitinum, men sambært veljarakanningini fær flokkurin bert 10 prosent av atkvøðunum.
/Ritzau/










