- Spyrt tú politikaran, sigur hann eftir øllum at døma, at tað skal nokk koma í 2005, men sannleikin tykist vera, at viljin at menna granskingararbeiði ikki er til staðar hjá politiska myndugleikanum, sigur fiskivinnufrøðingurin Egil Olsen, sum í tvey ár hevur granskað í menning av hjáframleiðslum og biotøkniskum úrdráttum í privatu fyritøku hansara, Faroe Marine Biotech.
Egil Olsen er eins og aðrir granskarar kring landið vónbrotin um fíggjarlógaruppskotið fyri 2004, sum í stóran mun hevur skert játtanir til gransking munandi.
Íslendingar og ES vilja samstarva
Egil Olsen, sum í 15 ár hevur arbeitt í fiskivinnuni og havt leiðarastørv t.d. sum stjóri á flakavirkinum Norðís, Tvøroyrar Flakavirki og Sandoy Seafood, metir, at skerjingar á granskingarøkinum fara at kosta føroyska samfelagnum uppá longri sikt.
- Fyrst og fremst er eingin samskipan á økinum, og í løtuni fara nógvar smærri granskingarverkætlanir fram spjaddar ymsastaðni í landinum uttan yvirornaði endamál, og uttan nakað politiskt tamarhald á økinum kemur lítið ítøkiligt burturúr, heldur Egil Olsen, stjóri.
Hann nevnir eins og stjórin í Granskingarráðnum gjørdi í blaðnum í gjár, at Føroyar als ikki eru førar fyri at samstarva við onnur lond, tí neyðugi peningurin ikki er tøkur.
- T.d. hava vit fingið fyrispurningar og havt samband við íslendingar, sum fegnir vilja samstarva, men vit hava einfalt ikki umstøðurnar og peningin til henda risamøguleika, greiðir Egil Olsen frá. Eins og við íslendingum hava teir eisini mugu takka nei til samstarv og luttøku í ES høpi, tí peningaliga støðan ikki loyvir teimum at vera við í altjóða granskingararbeiði.
Politiskar kávalótir
Egil Olsen er serliga vónbrotin av fíggjarlógaruppskotinum, tá havt verður í huga, hvussu nógv uppmerksemi gransking hevur fingið bæði í valstríðnum í januar mánaði og í sjálvum samgonguskjalinum.
- Men tá peningur endiliga skal játtast, tykist politiski viljin ikki vera til staðar, tí talan er í størstan mun um skerjingar til føroyska gransking, heldur Egil Olsen. Hann eftirlýsir samskipan og miðvísan langsiktaðan granskingarpolitikk, í staðin fyri at granskarar hvør í sínum lagi sita spjaddir við smærri verkætlanum, sum ongantíð gerast ískoytið til samfelagið.
- Ein miðsavnan av gransking í Føroyum hevði eftir mínum tykki ikki verið av leið, og tað er tað, vit síggja í londunum kring okkum. Saman við meiri peningi á játtanunum á fíggjarlógini er samskipan sambært Egili Olsen eitt lyklaorð, um Føroyar skulu mennast og hava møguleikan at granska á jøvnum føti við grannatjóðir okkara.