Vápnahvíldin kann verða longd við tveimum døgum

Sambært Reuters upplýsir Egyptaland, at ein semja nú nærkast um at leingja vápnahvíldina í Gaza við tveimum døgum.

 

Tað eru serliga Egyptaland og Qatar, sum arbeiða við at leingja vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas.

 

Ein vápnahvíld millum stríðandi partarnar fer helst at føra við sær, at uppaftur 20 ísraelskir gíslar verða lætnir leysir.

 

- Afturfyri fær Hamas 60 palestinar leysar, sum sita í ísraelskum fongslum, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

Seinasta fríggjadag kom fýra dagar vápnahvíldin í lag millum Ísrael og Hamas.

 

Umframt at steðgurin í krígnum skal tryggja neyðhjálp inn í Gaza, skulu eisini ísraelskir gíslar og palestinskir fangar í Ísrael leyslatast.

 

Reuters visti seinnapartin í dag at siga, at 11 ísraelskir gíslar soleiðis kunnu verða leyslatnir í dag.

 

Vápnahvíldin, sum kom í lag millum stríðandi partarnar seinasta fríggjadag, varar til í morgin tíðliga.